Tú lurtar eftir

Stjórnin Politikkur á skák’- Hvør dagur er merktur av ræðuleika

12.04.2023

– Hetta er kanska øgiliga symptomatiskt fyri Føroyar. Hetta er kanska størsta mál, um tað er deyðatøgn á tingi. Eingin av hinum flokkunum hevur eitt orð at siga um hetta álvarsmál. So bersøgin var Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tá hann í dag setti munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, um føroyskan politikk móti Russlandi. Orsøkin til orðini hjá Jenisi av Rana var, at nú hann setti fyrispurning til løgmann, var einki annað tingfólk, ið hevði hug at taka orðið. – Tað verður lagt meira merki til hetta úti í heiminum, enn vit geva okkum far um, segði Jenis av Rana og legði aftrat, at okkurt má henda í málinum. – Hetta ber ikki til. Hvør dagur er merktur av ræðuleika, segði Jenis av Rana. Jenis av Rana sóknaðist eftir at vita, um nakað bendi á, at landsstýrið fór at finna eina semju um ein føroyskan politikk mótvegis Russlandi og krígnum í Ukraina, og um hvat innihaldið í hesum politikki kundi hugsast at fara at vera. Eisini vildi Jenis av Rana hava at vita, nær hesin politikkur fer at vera klárur. Aksel V. Johannesen gjørdi greitt, at landsstýrið fordømir atgerðirnar hjá Russlandi “upp á tað harðasta” og vísti á, at arbeitt verður við at útgreina, hvørjar avleiðingar tær ymisku avgerðirnar, ið kunnu takast, fara at hava. Aksel V. Johannesen segði, at ivaleyst eru hann og Jenis av Rana samdir um málið, og at hetta møguliga er álvarsamasta mál í politisku skipanini í løtuni. Ætlanin er tí at hava okkurt klárt at lata í uttanlandsnevndina í hesum mánaðinum, soleiðis at til ber at arbeiða fram móti einum felags uttanríkispolitikki móti Russlandi. Jenis av Rana fanst eisini at avgerðini at endurnýggja fiskivinnusamstarvið við Russland, men til hesar atfinningar gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at eingi alternativ vóru fyrireikað, og at við atliti til føroysku fiskivinnuna var tí neyðugt at endurnýggja samstarvið. Løgmaður helt eisini, at tað var skeivt at halda, at aðrar avgerðir enn tær, ið Jenis av Rana metir vera tær røttu, ikki hava avleiðingar. – Vit eru samdir um at gera tað rætta. Men at gera tað lætta er heldur ikki uttan avleiðingar. Óansæð hvat vit gera, hevur tað avleiðingar, segði Aksel V. Johannesen, sum altso væntar at hava okkurt klárt til uttanlandsnevndina, áðrenn mánaðurin er liðin.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin nr 47: Ov høgt BMI í Føroyum, tilfeingisgjald og altjóða politikkur

Gestirnir hjá Árna Gregersen í Stjórnini: Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariassen og Tórbjørn Jacobsen umrøddu …

24.04.2024
Stjórnin nr 46

Børsen – Fornminnir – Tjóðleikhúsið – Ríkisrættarligastøðan hjá føroyum

17.04.2024
Stjórnin – dýrar sjúkrahússengur

Tað kemur javnan fyri, at liðugt viðgjørdir sjúklingar ikki kunnu útskrivast, tí einki tilboð er at lofta teim…

17.04.2024
“To be or not to be”

Seinastu dagarnar hava formenninir fyri Tjóðveldi og Sambandsflokkin roynt at skilmarkað, hvørt Føroyar eru ei…

10.04.2024
Stjórnin – Politikkur á skák nr 44

A-Liði umrøddir millum annað hesi evnir: Búskaparráðið.Aðalráð.Fiskidagar/kvotur

03.04.2024
Stjórnin – politikkur á skák nr 43

Evnir: Politisk semja um tøkugjald – Fosturtøkur – Terror í Ruslandi

27.03.2024
Stjórnin nr 42

Evnini hesa ferð: Samanlegging í Suðuroy – Traktortreff á Vaglinum – Valið í Russlandi.

20.03.2024
Sjórnin nr 40

Í dagsins sending var vitjanin hjá Ursulu Von der Leyen og haldførið í fokus. A-Liði var samla: Torbjørn Jacob…

13.03.2024
Stjórnin – politikkur á skák

Evnir í dagsins sending vóru: Kvinnutúrur til New York, Gongd í haga og orrustan um nýggja próstin. Hoyr sendi…

06.03.2024
Stjórnin – Politikkur á skák

Evnini: Gongd í haga – Skipabygging í føroyum – Ófrattakendu tíðindini um kríggj

28.02.2024
Stjórnin nr. 38 – Mintust Annfinn Kallsberg og tjakaðust um Landsverk

Stjórnin var aftur mannað við Jóannesi Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen, og sum vant var Ár…

21.02.2024
Stjórnin á politikkur skák

Evnir í dagsins sending: Floksskiftið hjá Bill, arbeiðsførið aldurin hækka Vertur: Árni Gregersen Á-liði: Jóan…

14.02.2024
STJÓRNIN nr 36 – Tilbúgvingin í samband við vanlukkur á sjónum og haldførið í búskapinum

Tilbúgvingin í samband við vanlukkur á sjónum og haldførið í búskapinum, serliga rundanum sokallaðu "eldrabylg…

07.02.2024
Stjórnini – politikkur á skák

Í dag vóru hesi evni umrødd: Gongd í haga, fosturtøka og annað. Luttakararnir vóru Jóannes Ejdesgaard, Tórbjør…

31.01.2024
Stjórnin nr 34

A-Liði var samla evnini vóru: Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur, haldføri og so rósti teir hondbóltsdrein…

17.01.2024
“Stjórnin – politikkur á skák” nummar 33

Komandi fosturtøkulógin, samhaldsfestnið viðv. undirsjóartunnlum og komandi kongurin, Fríðrikur vóru evnini í …

10.01.2024