Tú lurtar eftir

Stjórnin Politikkur á skák’- Hvør dagur er merktur av ræðuleika

12.04.2023

– Hetta er kanska øgiliga symptomatiskt fyri Føroyar. Hetta er kanska størsta mál, um tað er deyðatøgn á tingi. Eingin av hinum flokkunum hevur eitt orð at siga um hetta álvarsmál. So bersøgin var Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tá hann í dag setti munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, um føroyskan politikk móti Russlandi. Orsøkin til orðini hjá Jenisi av Rana var, at nú hann setti fyrispurning til løgmann, var einki annað tingfólk, ið hevði hug at taka orðið. – Tað verður lagt meira merki til hetta úti í heiminum, enn vit geva okkum far um, segði Jenis av Rana og legði aftrat, at okkurt má henda í málinum. – Hetta ber ikki til. Hvør dagur er merktur av ræðuleika, segði Jenis av Rana. Jenis av Rana sóknaðist eftir at vita, um nakað bendi á, at landsstýrið fór at finna eina semju um ein føroyskan politikk mótvegis Russlandi og krígnum í Ukraina, og um hvat innihaldið í hesum politikki kundi hugsast at fara at vera. Eisini vildi Jenis av Rana hava at vita, nær hesin politikkur fer at vera klárur. Aksel V. Johannesen gjørdi greitt, at landsstýrið fordømir atgerðirnar hjá Russlandi “upp á tað harðasta” og vísti á, at arbeitt verður við at útgreina, hvørjar avleiðingar tær ymisku avgerðirnar, ið kunnu takast, fara at hava. Aksel V. Johannesen segði, at ivaleyst eru hann og Jenis av Rana samdir um málið, og at hetta møguliga er álvarsamasta mál í politisku skipanini í løtuni. Ætlanin er tí at hava okkurt klárt at lata í uttanlandsnevndina í hesum mánaðinum, soleiðis at til ber at arbeiða fram móti einum felags uttanríkispolitikki móti Russlandi. Jenis av Rana fanst eisini at avgerðini at endurnýggja fiskivinnusamstarvið við Russland, men til hesar atfinningar gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at eingi alternativ vóru fyrireikað, og at við atliti til føroysku fiskivinnuna var tí neyðugt at endurnýggja samstarvið. Løgmaður helt eisini, at tað var skeivt at halda, at aðrar avgerðir enn tær, ið Jenis av Rana metir vera tær røttu, ikki hava avleiðingar. – Vit eru samdir um at gera tað rætta. Men at gera tað lætta er heldur ikki uttan avleiðingar. Óansæð hvat vit gera, hevur tað avleiðingar, segði Aksel V. Johannesen, sum altso væntar at hava okkurt klárt til uttanlandsnevndina, áðrenn mánaðurin er liðin.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin – politikkur á skák nr. 16

Hoyr hvat toymið hevði á hjarta í sendingini Stjórnin – politikkur á skák, sum var mikudagin 23. august. Við í…

24.08.2023
Jóannes við Tobba: – Høvdu tit roknað við at Putin fór í koma av Høgna Hoydal?

– Høvdu tit veruliga roknað við, at Putin fór í koma, tí at Høgni Hoydal stongdi nakrar havnir? Soleiðis spurd…

11.08.2023
Stjórnin – Politikkur á skák nr 15

Árni Gregersen hevði samlað sítt Á-lið í FM1-rásarúminum. Á-liðið er mannað við: Jóannesi Eidesgaard, Tórbirni…

09.08.2023
Stjórnin – politikkur á skák (14): Umrøða av ólavsøkurøðuni.

Gestir hjá Árna Gregersen í dag vóru Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen, har løgmansrø…

31.07.2023
Stjórnin (13) – Um farnu tingsetuna og skattastigan hjá landinum og kommununum

Gestir hjá Árna Gregersen í dag vóru Jóannes Eidesgaard í studionum, og Tórbjørn Jacobsen sum var á linjuni úr…

21.06.2023
Vil hava landsstýrismálanevndina at kanna Aksel og Høgna

Landsstýrismálanevndin hevði fund fyrrapartin í dag, og sambært Kringvarpinum snúði fundurin seg um, at Bárður…

19.06.2023
Stjórnin nr. 12 – Um nøsina til Jacob Vestergaard, ferðina hjá uttanlandsnevndini til Grønlands, og avmarkandi tiltøk móti Russlandi

Gestir í dag: Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen. Vertur: Árni Gregersen. Tøkningur: …

14.06.2023
Stjórnin – politikkur á skák

Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariassen og Torbjørn Jacobsen vóru gestir hjá Árna Gregersen í Stjórnini. Millum…

31.05.2023
Stjórnin, politikkur á skák -Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi draga ikki somu línu..

Árni Gregersen, Torbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen viðgera ymisk politisk mál í sendingini Stjórnin – poli…

24.05.2023
Stjórnin – politikkur á skák 2

Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariassen og Torbjørn Jacobsen vóru gestir hjá Árna Gregersen í Stjórnini….

17.05.2023
Stjórnin – politikkur á skák

Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen vóru gestir hjá Árna Gregersen í Stjórnini. Til viðgerðar vóru fiskiv…

05.05.2023
Stjórnin við Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen: Um fiskivinnusamstarvið við Russland og pengar úr Fólkatinginum

Hoyr sendingina "Stjórnin", ið Árni Gregersen skipaði fyri. Evnið var fiskivinnusamstarvið við Russland og pen…

25.04.2023
Stjórnin – politikkur á skák nr. 6

Í hesi sættu sendingini hevði Árni Gregersen vitjan av fyrrverandi politikarunum Jóannes Eidesgaard, Torbjørn …

19.04.2023
Stjórnin – politikkur á skák nr. 03

Í dag vóru Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen gestir hjá Árna Gregersen

17.04.2023
Stjórnin – politikkur á skák nr. 04

Í hes sending vóru tað Heðin Zachariasen og Torbjørn Jacobsen, sum vóru í studio saman við Árna Gregersen…

17.04.2023
Stjórnin – politikkur á skák nr. 01

Í hesi fyrstu sending hevði Árni Gregersen vitjan av fyrrverandi politikarunum Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Ja…

17.04.2023