Tú lurtar eftir

Stjórnin Politikkur á skák’- Hvør dagur er merktur av ræðuleika

12.04.2023

– Hetta er kanska øgiliga symptomatiskt fyri Føroyar. Hetta er kanska størsta mál, um tað er deyðatøgn á tingi. Eingin av hinum flokkunum hevur eitt orð at siga um hetta álvarsmál. So bersøgin var Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tá hann í dag setti munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, um føroyskan politikk móti Russlandi. Orsøkin til orðini hjá Jenisi av Rana var, at nú hann setti fyrispurning til løgmann, var einki annað tingfólk, ið hevði hug at taka orðið. – Tað verður lagt meira merki til hetta úti í heiminum, enn vit geva okkum far um, segði Jenis av Rana og legði aftrat, at okkurt má henda í málinum. – Hetta ber ikki til. Hvør dagur er merktur av ræðuleika, segði Jenis av Rana. Jenis av Rana sóknaðist eftir at vita, um nakað bendi á, at landsstýrið fór at finna eina semju um ein føroyskan politikk mótvegis Russlandi og krígnum í Ukraina, og um hvat innihaldið í hesum politikki kundi hugsast at fara at vera. Eisini vildi Jenis av Rana hava at vita, nær hesin politikkur fer at vera klárur. Aksel V. Johannesen gjørdi greitt, at landsstýrið fordømir atgerðirnar hjá Russlandi “upp á tað harðasta” og vísti á, at arbeitt verður við at útgreina, hvørjar avleiðingar tær ymisku avgerðirnar, ið kunnu takast, fara at hava. Aksel V. Johannesen segði, at ivaleyst eru hann og Jenis av Rana samdir um málið, og at hetta møguliga er álvarsamasta mál í politisku skipanini í løtuni. Ætlanin er tí at hava okkurt klárt at lata í uttanlandsnevndina í hesum mánaðinum, soleiðis at til ber at arbeiða fram móti einum felags uttanríkispolitikki móti Russlandi. Jenis av Rana fanst eisini at avgerðini at endurnýggja fiskivinnusamstarvið við Russland, men til hesar atfinningar gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at eingi alternativ vóru fyrireikað, og at við atliti til føroysku fiskivinnuna var tí neyðugt at endurnýggja samstarvið. Løgmaður helt eisini, at tað var skeivt at halda, at aðrar avgerðir enn tær, ið Jenis av Rana metir vera tær røttu, ikki hava avleiðingar. – Vit eru samdir um at gera tað rætta. Men at gera tað lætta er heldur ikki uttan avleiðingar. Óansæð hvat vit gera, hevur tað avleiðingar, segði Aksel V. Johannesen, sum altso væntar at hava okkurt klárt til uttanlandsnevndina, áðrenn mánaðurin er liðin.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin nr 32 – Á-liðið hevði nógv upp á hjarta

Sandoyartunnilin, minkandi toskastovnur, heilsumálaráðið og samanlegging av kommununum í Sandoynni vóru evnini…

20.12.2023
Ljóð: Stjórnin – Heilsumálaráðið og fíggjarlógin fyri 2024

Hoyr gestirnir hjá Árna Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen seta politikkin …

13.12.2023
Ljóðbrot: Stjórnin nr 30 – Skannarin í Klaksvík

Stjórnin nr 30 – Skannarin – Gaza geirin – Fíggjarlógin

06.12.2023
Stjórnin – Fólkatingssessir – Blokkurin

Í Stjórnini í dag vóru Árni Gregersen vertur, gestir: Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zacharias…

29.11.2023
Stjórnin nr 28 – Suður rumbul á skrá

A-liði viðgjørdi evnini: Bjarni Hammer ger eitt ultimatum til tingfólk norðanfyri suðuroynna.Legg tunnlanar í …

22.11.2023
STJÓRNIN nr. 27 – Loksins lidna sjúkrarøktarfrøðingaverkfallið, støðan hjá KVF og fiskivinnusamráðingarnar við Russland.

Árni Gregersen reikaði fyri 27. útgávuni av sendingini STJÓRNIN. Fasta panelið, Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn J…

15.11.2023
Stjórnin – Politikkur á skák

A-liðið hjá Árna Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen (yvir tlf), vóru til re…

08.11.2023
Stjórnin – politikkur á skák

A-liðið hjá Árna Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen, vóru til reiðar at við…

01.11.2023
“Stjórnin – politikkur á skák”

Hesa ferð um lesarabrævið frá Onnu Falkenberg, sum minti nógv um útsagnina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, távera…

18.10.2023
Stjórnin – Politikkur á skák

Stjórnin – Politikkur á skák Ríkjafelagsskápur – Sambandsflokkurin Hoyr sendingina undir myndini Torbjørn Jaco…

18.10.2023
Stjórnin – politikkur á skák

Evnir í dagsins sending vóru: Drugerape í Føroyum, kríggj, Palestina, Hamas, SSL prísir Lurta eftir sendingini…

11.10.2023
Stjórnin nr. 22: Fíggjarlógin fyri 2024 og ríkisrættarliga støðan

Fíggjarlógin fyri 2024 og ríkisrættarliga støðan vóru evnini, ið verturin, Árni Gregersen viðgjørdi saman við …

04.10.2023
Stjórnin nr. 21 – Stóra bótin til Føroya Tele og onnur aktuel mál

Stjórnin hevði fullmannað panel í dag við Heðini Zachariassen, Torbirni Jacobsen og Jóannesi Eidesgaard. Fyrst…

27.09.2023
Stjórnin – Politikkur á skák nr 20

Evnir í dagsins sending vóru um Honnu Jensen, Rusland og Bakkafrost, Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Torbj…

20.09.2023
Stjórnin – Politikur á skák

A-liðið viðgjørdi millum annað skúlamál og manglandi reformar í samfelagnum. Tað vóru teir fýra, Heðin Zachari…

13.09.2023
Hvat halda hesir um veljarakanningina?

A-Liðið, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Torbjørn Jacobsen, umrøddu eina veljara kanning hjá Spyr, su…

06.09.2023