

Jákup Martin Joensen: – Als ikki eitt nøktandi avrik hjá B36
21.06.2026Aftaná enn eitt tap fyri HB, hesaferð 0-3 staðfesti høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup Martin Joensen, at hetta var als ikki eitt nøktandi avrik hjá B36 í einari grannauppgerð móti HB. Jákup Martin sigur, at eins og teir ikki vóru tiknir av fótum, tá teir vóru ósigraðir í kappingini, so fara teir heldur ikki at lata seg taka av fótum nú tað gongur illa í hond við bert einum stigi í trimum teimum seinastu dystunum.















