Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Jákup á Borg er nøgdur við hugburðin hjá B36 men saknar meira góðsku í álopsstøðunum

Aftaná 2-1 (1-0) sigurin hjá B36 á AB inni í Vika fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Jáku…

11.10.2026
Bjarki Nielsen heldur dysturin millum AB og B36 var sera rótutur

Aftaná 1-2 (0-1) tapið fyri B36 inni í Vika fekk Brynjar J. Poulsen orðið á málskjúttan hjá AB, Bjarka C. Niel…

11.10.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Nervarnir tykjast at tyngja AB

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Ronnie Thomassen siga frá málunum, ið vóru skotin í dy…

11.10.2026
Heidi Lava Elgeirsdóttir var gestur í “3. hálvleiki”

Trygvi Absalonsen hevði eisini Brynjar J. Poulsen og Rúna á Reynatrøð ígjøgnum. Prátað var eisini við umboð fy…

11.10.2026
Bjarti Vitalis Mørk: – HB var langt undir støðið í dag

Aftaná 0-3 tapið fyri KÍ á Tórsvølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á HB-málverjan, Bjarta Vitalis Mørk, ið fekk…

11.10.2026
Afturvendi Jákup B. Andreasen: – KÍ spælir ein ótrúliga góðan dyst móti HB

Aftaná 3-0 sigurin hjá KÍ á HB á Tórsvølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á Jákup Biskopstø Andreasen, ið gjørdi…

11.10.2026
Karl Martin Johansen: – Skála ÍF skapti ov lítið í dag

Aftaná 1-2 tapið fyri NSÍ undir Mýruhjalla fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Karl Martin Johansen hjá Skála ÍF. Ka…

11.10.2026
Petur Knudsen: – NSÍ burdi havt eina størri leiðslu í steðginum

Aftaná sera týðandi 2-1 sigurin hjá NSÍ á Skála ÍF undir Mýruhjalla fekk Rúni á Reynatrøð orðið á sigursmálskj…

11.10.2026
Endurhoyr málini: Soleiðis vann KÍ 3-0 á HB á Tórsvølli

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum Erland Hustad, Martin Rodrigo Gonzales og…

11.10.2026
Endurhoyr málini: Soleiðis vann NSÍ 2-1 á Skála ÍF

Upp á tríggjar gyltar minuttir vendi oddaliðið í fyrra hálvleiki 0-1 til 2-1 leiðslu. Beinir L. Nolsøe og Petu…

11.10.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – 07 Vestur var greitt betra liðið í kvøld

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Jóhannis Joensen siga frá teimum trimum málunum 07 Ves…

10.10.2026
Sigfríður S. Clementsen: – Hetta var avgjørt ikki tað vit í EB/Streymi ætlaðu

Aftaná 0-3 (0-1) tapið fyri 07 Vestur á Dungasandi fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá EB/Strey…

10.10.2026
Tór-Ingar Akselsen: – 07 Vestur vinnur fult uppiborið á EB/Streymi

Aftaná 3-0 (1-0) heimasigurin hjá 07 Vestur á EB/Streymi fekk Brynjar J. Poulsen orðið á Tór-Ingar Akselsen, h…

10.10.2026
U21-landsliðsvenjarin staðfestir uppibornan íslendskan sigur – er tó errin av stigametinum

Aftaná 0-2 (0-2) tapinum fyri Íslandi á Tórsvølli fekk Brynjar J. Poulsen U21-landsliðsvenjarin, Ólav Mikkelse…

06.10.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – U21 landsliðið avrikaði illa í fyrra hálvleiki men tað bleiv væl frægari

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjarin, Jákup A. Olsen siga frá báðum málunum íslendska U21-la…

06.10.2026
Endurhoyr málini Kasakstan-Føroyar 2-2 og samanumtøkuna hjá Agnari Prestá

Hoyr Rúna á Reynatrøð siga frá málunum, ið vóru skotin í Nations League dystinum Kasakstan-Føroyar 2-2 (0-1). …

06.10.2026