Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Viðmerkjarin hjá FM1: – U21 landsliðið avrikaði illa í fyrra hálvleiki men tað bleiv væl frægari

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjarin, Jákup A. Olsen siga frá báðum málunum íslendska U21-la…

06.10.2026
Endurhoyr málini Kasakstan-Føroyar 2-2 og samanumtøkuna hjá Agnari Prestá

Hoyr Rúna á Reynatrøð siga frá málunum, ið vóru skotin í Nations League dystinum Kasakstan-Føroyar 2-2 (0-1). …

06.10.2026
– Hetta er bara fótbóltur

Geza setur orð á framúr málið hjá sær: Tá føðingardagsbarnið krúllaði bóltin upp í handaru samankoming og var …

06.10.2026
Tungt at missa á stokkinum

Áki Samuelsen fegnast um at fáa møguleikan aftur frá byrjan, men er skuffaður av at tað ikki eydnaðist at vinn…

06.10.2026
Ólavur Mikkelsen: Vilja enda væl í grannauppgerð

Onkrir nýggir mans vera at síggja, tá U21-landsliðini hjá Føroyum og Íslandi spæla á Tórsvølli klokkan 18 føro…

06.10.2026
Samuel Chukwudi sær bjart upp á dystin móti Kasakstan

Vit hittu Samuel til dagsins venjing, har hann greiddi frá fyrstu tíðini hjá sær í eysturríkskum fótbólti. Han…

05.10.2026
Arnbjørn Svensson: Sjálvandi segði eg beinanvegin ja til at koma við til Asia

Kappingin um miðverjuplássini á landsliðnum er gróthørð, men eg royni bara at gera mítt, sigur gøtumaðurin á v…

04.10.2026
Flogradio: Sjavs, seriøsur lesnaður, sjónvarpsrøðir og røvarasøgur

Á langa flogtúrinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum til Astana, var Rúni á Reynatrøð ein túr við mikrofonini….

04.10.2026
Áki Samuelsen: Svøvnur, kort, gott prát og góð kensla eftir enn eitt stig á Tórsvølli

Fantastisk uppliving tá Adrian skorar og sum heild at spæla á Tórsvølli, men kroppurin er moyrur eftir tríggja…

03.10.2026
Jóannes Bjartalíð: – Seinni hálvleikur var ræðuliga góður

Aftaná góða avrikið og 1-1 (0-1) javnleikin móti bólkafavorittunum, Slovakia á Tórsvølli rundaði Petur Asbjørn…

02.10.2026
Debutanturin Jørgen Nielsen: – Fantastiskt at fáa hendan møguleikan

Jørgen Nielsen fekk debut á landsliðnum í kvøld, tá hann í 83. minutti kom á vøllin, tá Føroyar leiktu javnt 1…

02.10.2026
Eyðun Klakstein: – Vit hava eitt sera gott landslið

Aftaná góða avrikið og 1-1 (0-1) javnleikin móti bólkafavorittunum, Slovakia á Tórsvølli fekk Petur Asbjørn Le…

02.10.2026
Poul Kallsberg fegnast um fyrsta kappingardystin frá dystarbyrjan

Aftaná góða avrikið og 1-1 (0-1) javnleikin móti bólkafavorittunum, Slovakia á Tórsvølli fekk Petur Asbjørn Le…

02.10.2026
Endurhoyr minniliga málið hjá Adriani – og hoyr Trygva Mortensen taka samanum eitt gott avrik

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá málunum, ið vóru skotin í Nati…

02.10.2026
Hoyr metingarnar Jákup Ósá og Agnar Prestá høvdu undan dystinum móti Slovakia

Petur Asbjørn reikaði fyri undansending til Nations League dystin móti Slovakia á Tórsvølli. Í sendingini tosa…

02.10.2026
Eyðun Klakstein: Samspælið millum lið og áskoðarnar kann vera týðandi móti Slovakia

Ein stór og spennandi avbjóðing og fleiri broytingar vera á liðnum, staðfestir landsliðsvenjarin. – Okkum tørv…

02.10.2026