Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Andrias Edmundsson gleðir seg til sína fyrstu Nations League kapping

Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Rúni á Reynatrøð gjørdi við verjuskansan, Andrias Edmundsson dagin fyri Nat…

06.09.2024
Bárður á Reynatrøð: Vit taka dystirnar í Nations League í størsta álvara

Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Rúni á Reynatrøð gjørdi við málverjan, Bárð á Reynatrøð dagin fyri Nations …

06.09.2024
Gunnar Vatnhamar: – Eg eri ein miðverji men spæli har sum eg eri biðin at spæla á vøllinum

Hoyr samrøðuna sum reportarin hjá FM1, Rúni á Reynatrøð gjørdi við Gunnar Vatnhamar, ið fyri stuttum hevur vun…

06.09.2024
Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1 Eyðun Samuelsen og Jóhan á Mýruni taka stutt samanum ÍF-HB 2-1 og EB/Streymur-07 Vestur 6-0

Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1 Eyðun Samuelsen og Jóhan á Mýruni taka stutt samanum dystirnar ÍF-HB 2-1 (0-0)…

31.08.2024
Finnur Justinussen fegnast um at vera níggju stig frammanfyri nummar tvey

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum Víkingur skor…

31.08.2024
Poul Kallsberg: Víkingur vinnur uppiborið 4-1 – Magne Hoseth: Vánaligasta avrikið í mínari tíð í B36

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í 4-1 sigrinum hjá Víkingi á…

27.08.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – 27. august

Samrøða við løgmann, Aksel V. Johannesen um ríkisfelagsskapin og WTO, samrøða við Siggert Patursson, formann í…

27.08.2024
Endurhoyr hoyr yvirtíðardrama´ið KÍ-EB/Streymur 2-1

Hoyr frásøgumannin hjá FM, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá málunum og drama´inum í yv…

25.08.2024
Jónas B. Prior fegnast um fyrsta málið í Betrideildini og sigurin hjá 07 Vestur á B68

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá báðum málunum 07 Vestur skoraði …

24.08.2024
Hoyr Sølva Vatnhamar og tríggjar fegnar HB-arar seta orð á ársins dyst: Víkingur-HB 3-4 (1-2)

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per Dávidsson Jacobsen siga frá teimum sjey málunum í ár…

23.08.2024
Gott avrik 10 móti 11 men 2-2 málið hjá HJK var ein strika í rokningini hjá KÍ

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skot…

22.08.2024
Samuel: HB vann uppiborið men avrikaði ikki nóg væl – Tórður: B68 dugir ov illa at gagnnýta málmøguleikarnar

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð siga frá 1-0 sigursmálinum Muhamed Samba skoraði fyri HB móti B68…

18.08.2024
Sigfríður: Hetta var ein hart tiltrongdur sigur hjá EB/Streymi

Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen um 1-0 sigurin hj…

18.08.2024
Afturkomni Andrass Johansen hjá B36: – Vit áttu at fingið javnleik

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru sko…

12.08.2024
Petur Knudsen er lættur um ein heldur hepnan sigur – Pauli Poulsen iðrar seg

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Knút B. Johannessen siga frá teimum trimum málunum NSÍ …

10.08.2024
KÍ-Borac Banja Luka 2-1 (2-1) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við Páll A. Klettskarð og Hallur Hansson

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum trimum málunum, ið v…

08.08.2024