Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Hoyr feðgarnir seta orð á heimsmetið og hoyr Poul Kallsberg seta orð á vakra lobbmálið í Liepaja

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í 1-1 javnleikinum millum Liepaja…

11.07.2024
Magne Hoseth og Silas Eyðsteinsson eru bjartskygdir hóast 0-2 tap í Lettlandi

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum FK Auda skoraði ímóti B36, ið mátti leggja rygg t…

10.07.2024
Árni fegnast um sigurin og málini – men er ikki nøgdur við spælið

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá báðum málunum Árni Fred…

10.07.2024
Ljóð-Samandráttur: ÍF – EB/Streym

Rúni á Reynatrøð frásøgumaður og Agnar Prestá viðmerkjariSamrøður: Sigfríður og Jákup Martin Hálvleik støðan 0…

06.07.2024
Ljóð-Samandráttur: NSÍ – 07Vestur

Trygvi Absalonsen frásøgumaður og Jóhan á Mýrini viðmerkjari NSÍ – 07Vestur – 1-0 – Beinir Nolsøe (01min NSÍ) …

05.07.2024
Ljóð-samandráttur: Víkingur – HB

Rúni á Reynatrøð og Per Dávason Jacobsen, viðmerkjari, vóru í Gøtu. Víkingur – HB – 1-0 – Olaf Bárðarson (74mi…

04.07.2024
Ljóð-samandráttur: KÍ – B36

Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen eru í Klaksvík KÍ – B36 – 1-0 – Thomas Lillo (Sjálvmál 3min B36) KÍ – B36 – …

04.07.2024
Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á …

04.07.2024
Ljóð-samandráttur: Skála – B68

Hoyr Trygva, saman við viðmerkjarinum Knút Bjarnaskor Johannesen, siga frá báðum málinum, samanumtøka av dysti…

03.07.2024
Petur Knudsen heldur NSÍ vóru burturdømdir – Páll A. Klettskarð fegnast um kærkomna sigurin hjá KÍ

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru sk…

28.06.2024
Jákup um sigurin hjá B68 á HB: Hetta er ein ótrúliga góð kensla

Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Jákup A. Olsen siga frá seinastu sekundunum av dystinum B68-HB 1-0 (1-0) á Svang…

28.06.2024
Pauli heldur Skála hevði uppiborið betur

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í 2-1 sigrinum hjá 07 Ves…

24.06.2024
Hoyr hvussu Áki søkti KÍ við einum reinum hattrickið og hoyr Áka seta orð á 3-0 sigurin

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum trimum málunum Áki D. Samu…

23.06.2024
Dómaraprát í B36 Varpinum

Í B36 Varpinum hósdagin tann 20. juni er gesturin Jóhan Hendrik Ellefsen, FIFA-dómari. Jóhan Hendrik er formað…

20.06.2024
Jákup og B68 fingu løn fyri stríðið

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heidi Lava Elgeirsdóttir siga frá málunum og taka saman…

15.06.2024
Hjálparvenjarin: Lítið ivamál um Elias

Í kvøld, mikukvøldið klokkan 19, spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrra HM Play Off dystin móti Norð…

08.05.2024