Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
André: Kollektivi hugburðurin er framúr – Obbekjær: Nú má NSÍ vinna á KÍ

Hoyr frásøgumannin Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum HB skoraði í 3-0 sigrinum á NSÍ á ovara vø…

19.10.2025
Heimildarmennirnir hjá FM1: Eyðun Thorgeirsson: 17 ára gamal lokalur málskjútti var sólskinssøgan í dag – Eyðstein Zachariasen: EB/Streymur ætlar sær sætta plássið

Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1, Eyðun Thorgeirsson og Eyðstein Zachariasen taka samanum dystirnar: KÍ-TB 6-0 …

19.10.2025
Viðmerkjararnir: 1-1 var rættvíst – Fróði: Ein vánaligur dystur hjá B68 – Schjønberg: 07 Vestur reisti seg í seinna hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og vælmannaða viðmerkjaraliðið, Hera Wang Danielsen og Jóhan á Mýrini si…

19.10.2025
U21-landsliðsvenjarin og liðskiparin: Vit spæla ein góðan dyst men Sveis var neyvari

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Jóan Pauli Jacobsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru sk…

14.10.2025
U21: Fara eftir sigrinum móti Sveis á Sveis

U21-landsliðið spælir í dag seinna dystin í hesum umfarinum, og tað verður móti Sveis á Tórsvølli klokkan 18. …

14.10.2025
Tróndur Arge: Millum fimm tey bestu úrslitini nakrantíð hjá føroyska landsliðnum

Petur Asbjørn Lervig fekk eisini Trónd Arge frá Televarpinum, Kringvarpinum og Ellivu at taka samanum bragdið …

12.10.2025
Nú fara 2-1 málskjúttin og Geza eftir at fáa stig móti Kroatia í Zagreb

Petur Asbjørn Lervig fekk eisini orðið á seinna málskjúttan, Martin Agnarsson, ið skoraði sigursmálið til 2-1 …

12.10.2025
Landsliðsvenjarin: Grundin til góðu úrslitini var løgd í november í fjør

Í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig staðfesti Eyðun Klakstein, at góðu úrslitini og góðu avrikini í hesari unda…

12.10.2025
Gunnar: Vit hava mentalu styrkina sum krevst

Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við bygdarmannin, Gunnar Vatnhamar, ið hevur havt átta fantastiskar…

12.10.2025
Árni: Góða samanhaldið hevur skapt góðu úrslitini

Í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig aftaná minniliga 2-1 sigurin á Kekkia á Tórsvølli, staðfesti Árni Frederiks…

12.10.2025
1-0 málskjúttin: Hetta var heilt fantastiskt

Hoyr tað sum fyrri málskjúttin í minniliga 2-1 sigrinum á Kekkia á Tórsvølli, Hanus Sørensen hevði at siga um …

12.10.2025
Hoyr Trygva og Eli siga frá málunum í og dystarendanum í minniliga 2-1 sigrinum á Kekkia

Hoyr episku frásøgnina hjá frásøgumanninum, Trygva Absalonsen og viðmerkjaranum, Eli Simonsen, tá teir søgdu f…

12.10.2025
U21 landsliðsvenjarin: Vit eru ikki nóg skarpir í dag – Ingi Arngrímsson: Frakland revsaði okkara mistøk

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum seks málunum, ið vóru sk…

10.10.2025
Martin Agnarsson: Eitt øðiliga flott avrik hjá øllum liðnum

Pætur Nolsøe fekk eisini Martin Agnarsson at seta orð á minniliga og søguliga 4-0 HM-undankappingardystin á Mo…

09.10.2025
Odmar: Hetta kundi ikki verið nógv betri

Aftaná undankappingarmetsigurin, 4-0 á Montenegro á Tórsvølli prátaði Pætur Nolsøe við Odmar Færø, ið var liðs…

09.10.2025
Eyðun fegnast um at Føroyar hildu nullið

Hoyr landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein í samrøðu við Pætur Nolsøe seta orð á størsta føroyska undankappingars…

09.10.2025