Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Árni: Eitt minniligt kvøld – hevði ikki droymt um ein so stóran sigur

Hoyr samrøðuna Pætur Nolsøe gjørdi við Árna Frederiksberg, ið legði upp til trý mál, og sum sjálvur skoraði fj…

09.10.2025
Hoyr hvussu Føroyar knústu Montenegro – og hoyr Eli Simonsen taka samanum minniliga avrikið

Hoyr frásøgnina hjá frásøgumanninum, Trygva Absalonsen, og viðmerkingarnar hjá Eli Simonsen, tá Føroyar skorað…

09.10.2025
Mattias Hellisdal: – Vit fara eisini eftir at vinna á Fraklandi og Sveis

– Tað er deiligt at vera aftur í Føroyum og serliga í Gundadali. Soleiðis sigur 19-ára gmali Mattias Hellisdal…

09.10.2025
Olaf Bárðarson: Týdningarmikil sigur í stríðnum um fjórða plássið – Thomas Thinggaard: Nú mugu vit hava stig móti KÍ

Hoyr debutfrásøgumannin hjá FM1, Per D. Jacobsen, og viðmerkjaran, Finnur Justinussen siga frá teimum trimum m…

05.10.2025
Hoyr Hall, Odmar, Jákup, Páll, Árna og Jóannes seta orð á FM-heitið nummar 22 hjá KÍ

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá málunum, ið vóru skotin…

03.10.2025
Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1 taka stutt samanum dystirnar NSÍ-B36 2-1 og HB-B68 5-1

Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1, Ronnie Thomassen og Eyðun Samuelsen taka stutt samanum dystirnar NSÍ-B36 2-1 …

03.10.2025
Hoyr Fríða Jarnskor, Arnór Brandson, Boga á Reynatrøð, Dávid á Líðarenda, Jens Eiler Samson, Marko Bobic og Gert Hansen seta orð á søguliga avrikið hjá Víkingi

Aftaná søguliga 4-1, og samlaða 4-2 sigurin hjá Víkingi U19 á Narva Trans í Youth League dystinum á Tórsvølli …

01.10.2025
Soleiðis skrivaði U19-liðið hjá Víkingi føroyska fótbóltssøgu – Hoyr málini og samanumtøkuna frá 4-1 sigrinum á Narva

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per D. Jacobsen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru sk…

01.10.2025
Hoyr heimildarmannin Kaj Dam taka samanum spennandi 3-3 javnleikin millum B68 og KÍ

Heimildarmaður hjá FM1 á Svangaskarði til spennandi dystin millum B68 og KÍ, ið endaði við javnleiki 3-3 (2-0)…

28.09.2025
Salmundur og Pætur hjá FC Suðuroy vóru nøgdari við javnleikin enn Nikolei og venjarin Thomas

Hoyr Trygva Absalonsen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum TB-FC Suðuroy 2-2 (1-1), ið førkar FC Suður…

28.09.2025
Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1 taka stutt samanum dystirnar 07 Vestur-NSÍ 1-5 og EB/Streymur-HB 0-4

Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1, Jóhan á Mýrini og Fróða Reinert Petersen taka samanum dystirnar á Dungasandi …

28.09.2025
Jákup Martin: Nú er tað ikki í okkara hondum – Jørgen Nielsen: Javnleikurin gagnast frægari hjá okkum

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per D. Jacobsen siga frá málunum, ið vóru skotin í dysti…

28.09.2025
Samanumtøka av steypafinaluni hjá kvinnum millum KÍ og HB

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran Allan Dybczak greiða frá tí einasta málinum, ið Rúna Jacobsen…

27.09.2025
Sigfríður: Vit tapa ímóti einum ófatuliga góðum liði – Árni: Tað tók heldur drúgva tíð at bróta EB/Streym niður í kvøld

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Eyðstein Zachariasen siga frá teimum trimum málunum KÍ skora…

24.09.2025
Heimildarmaðurin hjá FM1: KÍ sat á dystinum fyri tað mesta

Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Kaj Dam taka stutt samanum dystin KÍ-EB/Streymur 6-2 (2-1). Kaj væntar hóast stó…

21.09.2025
Jákup Martin Joensen: Hetta var ein góður dystur frá okkara síðu

Heri Simonsen gjørdi eina telefonsamrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup Martin Joensen um 5-0 sigurin á TB …

21.09.2025