

Liggur væl fyri hjá Marius Nielsen at skjóta mál móti B68
14.06.2026Danski áleyparin hjá EB/Streymi, Marius Nielsen hevur higartil skotið tvey mál fyri EB/Streym. Í báðum førunum hevur tað verið í dystum móti B68. 3. mai skoraði Marius í 1-1 javnleik á Svangaskarði, og í dag skoraði hann fyrra málið í 2-0 sigrinum hjá EB/Streymi á B68 við Margáir. Í samrøðu við Trygva Absalonsen sigur Marius seg fegnast um, at EB/Streymur hevur ein dyst eftir móti B68. MYND: EB/Streymur.
















