Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sigur at hann fer at “eftirmeta” Føroya Altjóða Skipaskráseting við tí fyri eyga at fái greiði á “hvussu vit kunnu gera FAS uppaftur betri.”
Í sendingini Vinnuvarpið á FM1 í gjár kom millum annað fram at FAS hevur verið við til at menna føroyska sjóvinnu men at talið á skrásettum skipum í FAS hevur verið minkandi síðan 2014, tá ein lógarbroyting kom ið millum annað ásetti eitt 20-ára hámark fyri aldurin á teimum skipum ið verða skrásett í FAS. Sum skilst hevur minkingin hesi árini verið úr knapt 140 skipum niður í minni enn 90.
Gestir í sendingini vóru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Jens Meinhard Rasmussen, formaður í felagnum Handilsskip, og Pauli Joensen, shipping ráðgevi og skipsmeklari.
Tann sokallaða 20-ára reglan varð umtalað fleiri ferðir í sendingini, har Pauli Joensen vísti á trupulleikar við henni, meðan Jens Meinhard Rasmussen ikki metti regluna at vera nakran beinleiðis trupulleika í sær sjálvum, so leingi hon verður rætt umsitin. Høgni Hoydal upplýsti at hann nýliga var vorðin kunnaður um trupulleikar sum eitt føroyskt reiðarí upplivdi í sambandi við 20 ára regluna.
“Vissi vit nú tóku hendan her 20-ára regulin av og hugdu eftir øðrum tingum at skrúva uppá, so kundu vit sagt tað at vit ynskja at meira aktivitetur liggur í Føroyum enn bara ein adressa á einum felag og revisión og sovorðið nakað,” segði Pauli Joensen.
“Tað kundi verið tað at manningarviðurskifti blivu gjørd, hanterað í Føroyum og vit høvdu ‘general link’ til Føroyar hjá hesum reiðaríunum. Men sum nú er so hevur tú tað at tú hevur hendan her stoppklossan inni við 20-ára reglinum, og so skulu fólk her til at vurdera um hetta skipið er gott nokk ella ikki… Og beinanvegin har, so gert tú tað at reiðarin tvivlar um hann skal velja Føroyar ella um hann skal velja annað flagg.”
Dygd og nøgd
Breið semja tóktist tó vera um at sjóvinnan í Føroyum er í stórari menning orsakað av FAS skipanini. Eitt nú kom fram at handilsskipavinnan og ferðavinnan í dag liggja á triðja og fjórða plássi í árligum útflutningsvirði, aftan á fiskivinnuna og alivinnuna.
“Sjálvur haldi eg at FAS er í einari rúkandi menning, og vit síggja at reiðarívirksemið í Føroyum veksur nógv hesi her seinnu árini,” segði Jens Meinhard Rasmussen.
“So eg haldi tað er meira ein spurningur um tillagingar. Vissi vit kunnu tryggja at vit varðveita okkara kappingarføri móti útlendskum fløggum, so kemur hendan menningin at halda á; tað eri eg púra vísur í. Størsti stoppklossin fyri menning í Føroyum, tað er nokk atgongd til kapital, tað hevur einki við FAS at gera, tað eru heilt aðrir trupulleikar… Tað er ein kapitaltung vinna, tað er einki at ivast í.”
Og har er tað ymiskt alt eftir hvat slag av handilsskipum talan er um, ver seg ferjur, farmaskip, frálanda tænastuskip ella annað, vísti verturin á.
“Ja, tað er tað,” svaraði Jens Meinhard Rasmussen. “Offshore tænastuskip… og tú hevur tænastuskip innan fyri alivinnu. Og vit umboða ein breiðan skara av skipum, og avbjóðingarnar eru sjálvsagt ymiskar, men tær flestu eru tær somu allíkavæl. So eg haldi at tað eru rímiliga góð útlit fyri shipping í Føroyum, men tað eru nakrar tillagingar, summar meira týdningarmiklar enn aðrar og summar kanska heilt avgerandi.”
“Vit hava onkuntíð tosað um tað fyrr, Høgni,” segði formaðurin í Handilsskipum víðari, við adressu til landsstýrismannin. “Eg havi nevnt eina avbjóðing, sum er hendan her 26-komu reglan; tað rakar so bara tey skipini sum sigla til Føroyar. Men har blívur tað soleiðis at føroyskt flaggað skip eru verri stillað enn útlendskt flaggað skip. Og tað gevur ikki ordiliga meining í okkara huga. Og so er tað aðrar tillagingar í lóggávuverkinum. Vit komu eitt sindur inn upp á hetta her við fólki, fáa gjørt útbúgvingarnar styttri; okkurt er komið nú tá tað kemur til fulltiknar dekkarar. Vit hava snakkað um kokkar í nokkso nógv ár nú… Tað gongur seint also. Tað er smáting sum eg haldi er rættiliga væl grundað hví vit mugu gera tað. Eg dugi ikki at síggja hví ein kokkur við einum handilsskipi skal vera fínari enn ein kokkur við einum trolara, so tað gevur ikki ordiliga meining, hví man skal leggja standardir sum eru langt oman fyri altjóða standardir. Tað er sovorðið sum oyðileggur kappingarførið og sum ger at tað er trupult at manna skipini. Hatta var bara okkurt úr posanum, men allíkavæl, hatta er ikki stór ting, og hatta kostar einki, skal bara broytast.”
“Eg eri partvís samdur í at tað gongur væl,” svaraði Pauli Joensen. “Men eg haldi tað at vit mugu eisini hyggja eftir tí sum ein altjóða skráseting. Tann føroyski parturin er eitt ting, men vit skulu eisini hava skip útifrá. Og fáa vit fleiri skip inn, jamen so er hvørt Port State [Control] sum gongur illa, so telur tað minni í statistikkinum. Tí nú sum vit eru undir 100 skip, tá telur tað so nógv.”
‘Sjófarandi tjóð’
Ein partur av diskussiónini snúði seg eisini um at finna hóskiliga javnvág millum áhugamál hjá føroyskum og útlendskum reiðaríum.
“Útlendsk skip sum hava verið inni, ikki øll men summi reiðarí sum eru inni í skránni, hava hjálpt við at lyft standard tá tað kemur til Port State [Control],” viðmerkti Jens Meinhard Rasmussen.
“Ynskiligt hevði verið at talið kom upp og at vit fingu eina størri tilgongd útifrá,” legði Pauli Joensen afturat. “Tað merkir ikki tað at tað ikki gongur væl í Føroyum og við tí – í tí vinnuni sum vit hava, sum sigla upp á Føroyar og sovorðið nakað. Tað er eisini øgiliga viktugt at vit sum føroyingar, entreprenørar og sovorðið, at teir sleppa framat, við okkara flaggi. Tað er sera viktigt.”
“Hatta dámar mær væl, Pauli,” svaraði landsstýrismaðurin. “Hatta er akkurat tað sum tað snýr seg um. Hetta er jú sum øll onnur føroysk vinnulívs søga, tað er at byggja á tað tilfeingi vit sjálvi eiga og virðisøkja tað. Og tað má eisini vera málið fyri vissi vit eisini viðgera FAS skipanina og hvussu hon kann gerast betri. Eg fegnist bara um… Vit hava nakrar fyrimunir í Føroyum, og ofta… Tað er nokkso løgið at vit knappliga… Kanska tað er ein bági vissi man heldur tað at skrivstovuveldið er ov trupult. Tað átti at verið lættari hjá okkum. Vit eiga at kunna vera effektiv og hava høgar standardir… Tað eigur at vera nógv skjótari hjá okkum, sjálvt um vit ofta hoyra í Føroyum at tað gongur ov seint, og í summum førum ger tað tað, sum Jens Meinhard sigur. Vit kundu vent tí við og sagt, píkasjey hava vit tann fyrimunin sum eitt land í Føroyum har vit so at siga kunnu yvirskoða alt samfelagið og kunnu skjótt samskifta, at vit áttu at kunna gjørt tingini skjótt og effektivt, og leverað av høgum standardi bæði til góðkenningar og til eftirlit og klassar og heila…”
“Vit skulu vera ein sjófarandi tjóð,” staðfesti Høgni Hoydal. “Vit skulu ongantíð gloyma tað… Eg skal nokk taka stig til at fara at viðgera hatta nærri. Tí sum sagt vit hava ikki givið hesum nóg stóran ans. So eg skal taka stig til at vit fara at ið hvussu er halda [fund] saman um at eftirmeta hvussu vit kunnu gera FAS uppaftur betri.”