Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Viljormur veit ikki um hann verður liðskipari

Nú Hallur Hansson er við í landsliðshópinum aftur, spyrst sjálvandi spuringurin, um hann verður liðskipari aft…

13.11.2024
Páll Klettskarð hopar at spæla ein leiklut

Páll Klettskarð er ein av leikarunum, sum er komin aftur í landsliðshópin, nú Eyðun Klakstein er fyribils land…

12.11.2024
ÁRSINS LEIKARAR 2024 – Hoyr sendingina her

Her hoyrist sendingin: "Ársins leikarar 2024", ið var send beinleiðis frá Hotel Hilton í Havn. Vertur var Gunn…

06.11.2024
Hoyr Hannis Agnarsson og Magne Hoseth seta orð á taptu steypafinaluna hjá B36

Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Hannis Agnarsson og høvuðsvenjaran hjá B36, Magne Hoseth aftaná 5…

02.11.2024
Hoyr Teit M. Gestsson, Viljorm Davidsen, Mikkel Dahl, Adolfo Sormani, Ransin N. Djurhuus og Jens Martin Knudsen seta orð á steypasigurin hjá HB

Aftaná drúgvu steypafinaluna HB vann 6-5 (2-2) á B36 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping prátaði Óli G…

02.11.2024
Hoyr málini, brotssparkskappingina og samanumtøkuna frá steypafinaluni B36-HB 5-6 (2-2)

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá málunum og brotssparkskappingini …

02.11.2024
Hoyr GULLRADIO sum var sent beinleiðis úr Víkingahúsinum í Sarpugerði

Rúni á Reynatrøð hitti leikarar, venjarar, hjálparfólk og nevndarlimir í Víkingi, tá FM1 sendi GULLRADIO beinl…

28.10.2024
Hoyr ljóðkavalkaduna frá kappingarárinum hjá Víkingi í Betrideildini

Á ljóðkavalkaduni hoyrast frásagnarbrot, samrøðubrot og greiningarbrot frá kappingarárinum hjá Víkingi í Betri…

28.10.2024
Úrtøkan seinastu tveir triðingarnir hjá Skála var alt ov soltin

Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Knút B. Johannesen í samrøðu við Hera Simonsen seta orð á dystin B36-Skála 3-0 (…

26.10.2024
Hoyr málini NSÍ-B68 1-4 (0-2) og samrøður við Tórð Thomsen, Aleksandur Ó. Jensen og Petur Knudsen

Hoyr frásøgumannin, Regin Sivertsen og viðmerkjaran, Arthur Højgaard siga frá málunum í dystinum NSÍ-B68 1-4 (…

26.10.2024
Hoyr málini Víkingur-07 Vestur 4-1 (0-0) og samanumtøku hjá Per D. Jacobsen

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per D. Jacobsen siga frá málunum, ið vóru skotin í dysti…

26.10.2024
Hoyr steypahandanina og víkingar í hópatali seta orð á fantastiska kappingarárið

Hoyr steypahandanina til suverenu FM-vinnararnar, Víking og samrøðurnar Rúni gjørdi við hópatals víkingar, fje…

26.10.2024
Bogi Hentze og B71-forkvinnan: Vit flyta upp komandi kappingarár

Hoyr Rúna á Reynatrøð siga frá sigursmálinum, Romulo Cicolin Bosqueiro skoraði fyri B71 í 1-0 (0-0) sigrinum á…

25.10.2024
Gilli R. Sørensen: Tað var ikki vakurt – men vit vunnu og tað er tað sum telur

Hoyr Trygva Absalonsen siga frá sigursmálinum Samudeen Musah skoraði, ið sendi TB upp í Betrideildina. Hoyr Tr…

25.10.2024
Hoyr viðmerkjaran Knút Johannesen og liðskipararnar Jákup Jacobsen og Klæmint Olsen seta orð á dystin Skála-NSÍ 0-0

Hoyr samrøðurnar Trygvi Absalonsen gjørdi aftaná dystin Skála-NSÍ 0-0. 1) Hoyr viðmerkjaran, Knút B. Johannese…

20.10.2024
Bartal Wardum: Steypafinalan er okkara mál nú

Hoyr samrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við verjuskansan hjá HB, Bartal Wardum, ið staðfestir, at steypafinalan…

20.10.2024