Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
NSÍ á Malta: – Hitin og slavna luftin verður avgjørt ein avbjóðing

Karstin Joensen sigur tó eisini, at vónirnar eur góðar hjá hinum og teimum umleið 20 NSÍ-viðhaldsfólkunum. Ale…

16.07.2026
KÍ-liðformaðurin: – Skulu ikki hugsa um at verja leiðsluna í Luksemborg – fara eftir at vinna dystin

Tað hevur ógvuliga nógv at siga at koma víðari nú, um tað skal gerast heilt stuttligt hjá okkum í heyst, staðf…

15.07.2026
Petur Knudsen: – Vit missa tíverri takið í seinna hálvleiki

Liðskiparin hjá NSÍ, Petur Knudsen hevði blandaðar kenslur, tá Brynjar J. Poulsen fekk orðið á hann aftaná Con…

09.07.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Spell NSÍ ikki legði seg greitt á odda í fyrra hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá báðum málunum, ið vóru skoti…

09.07.2026
Martin Agnarsson: Lopið er sera stórt – eri stoltur av

Tað hevur bara verið jaligt í Aarhus Fremad, og tað verður skeg at spøla saman við Áka Samuelsen, sigur landsl…

09.07.2026
– Uppgerðin skal vera púra opin undan dystinum í Føroyum

Árni Gregersen fekk orðið á Sølva Vatnhamar, meðan hann var á gongutúri í Reykjavík. Víkinga-liðformaðurin er …

09.07.2026
Árni Frederiksberg: – Ein 2-1 sigur er OK – men ynskiligt var við einum størri sigri

Aftaná 2-1 heimasigurin hjá KÍ í fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í Champions League á Artet Bissen fekk…

07.07.2026
Frá 2. deild til Champions League: – Eg var klárur til at fara á vøllin

Aftaná 2-1 heimasigurin hjá KÍ í fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í Champions League á Artet Bissen fekk…

07.07.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Ein eittmálsleiðsla er heldur tepur til returdystin í Luksemborg

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá málunum í fyrra Champions Leagu…

07.07.2026
Tór-Ingar Akselsen: – 07 Vestur var slettis ikki til staðar í fyrra hálvleiki

Aftaná 1-4 (0-3) tapið fyri HB á Dungasandi fekk Pætur Nolsøe orðið á høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Tór-Ingar …

05.07.2026
Mathias Voss: – Gott hjá HB at enda væl undan summarsteðginum

Mathias Voss legði upp til tvey mál hjá Jákup L. Thomsen, og hann skoraði sjálvur triðja málið, tá HB vann 4-1…

05.07.2026
Jóhan Petur Poulsen fegnast um at hansara menn hildu stand við 10 leikarum

Aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi á B36 á ovara vølli í Gundadali fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran …

04.07.2026
Jákup Martin Joensen harmast enn eitt tap hjá B36

Aftaná 0-2 tapið hjá B36 fyri Víkingi á ovara vølli í Gundadali fekk Brynjar J. Poulsen orðið á Jákup Martin J…

04.07.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Víkingarnir vóru betri skipaðir og effektivari enn B36

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Ronnie Thomassen siga frá báðum málunum Víkingur skora…

04.07.2026
Viðmerkjarin hjá FM1 heldur talan vera um eitt betri avrik hjá NSÍ enn hjá KÍ

Aftaná 0-0 javnleikin í oddauppgerðini millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík tók viðmerkjarin hjá FM1, Trygvi M…

03.07.2026
NSÍ er fremst aftaná oddauppgerðina og tí hevur Michal Przybylski eina góða kenslu

Í NSÍ eru teir nøgdari við 0-0 javnleikin í oddauppgerðini við Løkin millum NSÍ og KÍ. Trý stig fremst á stiga…

03.07.2026