Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Gunnar vónar at fáa hjálp frá Skansanum í kvøld

Gunnar Vatnhamar sigur, at liðið er komið víðari frá Kekkia-dystinum. Håkan Ericson hevur boðað frá, at vit ku…

20.06.2023
Odmar: – Vit skulu rætta upp á nøkur ting

Odmar Færø tekur stutt saman um dystin móti Kekkia. Men hann sær fram til dystin móti Albania í kvøld, nú hópu…

20.06.2023
Viljormur: – Eg venji eins nógv sum áður

At Viljormur Davidsen nú spælir við HB í heimligu kappingini merkir ikki, at hann nú venur minni. Hann hevur s…

16.06.2023
Håkan: – Vit arbeiða nógv við sálarliga partin

Tá Håkan Ericson gjørdist føroyskur landsliðsvenjari, gjørdi hann greitt beinavegin, at hann fór at hava nógv …

16.06.2023
René: – Spentur upp á uppgávuna

René Shaki Joensen sigur, at spælararnir eru spentir upp á uppgávuna móti Kekka, og at innsatsurin hjá landsli…

16.06.2023
Stefan: – Altíð gott at vera við landsliðnum

Eina viku áðrenn kappingarárið byrjaði í Írlandi, gjørdi Stefan Radosavljevic sáttmála við Sligo Rovers. Byrja…

14.06.2023
Eli: – Eingir skaðar í hópinum

Landsliðið hevði sína fyrstu venjing í gjár, og í dag var onnur venjing á skránni hjá landsliðnum. Nakrir spæl…

14.06.2023
07/Vestur – KÍ: Mál og samrøður

07-Vestur-Kí – 0-1 mál – Sjálvmál (14min)07-Vestur-Kí – 0-2 mál – Árni Fredriksberg (40min).mp307-Vestur-Kí – …

21.05.2023
Formennirnir í HB og KÍ ætla sær báðir trý stig í dag

Hoyr undansamrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við formennirnar hjá HB og KÍ, Ransin N. Djurhuus og Tummas Lervig…

14.05.2023
Løgmanssteypið: AB-FC Suðuroy 1-0 (0-0) – Hoyr sigursmálið AB skoraði í yvirtíðini, og hoyr samrøður við: Trónd á Høvdanum hjá AB og Pætur Augustinussen hjá FC Suðuroy

Sensasjónin hekk í luftini til AB fekk eitt brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Hoyr frásøgumannin,…

22.04.2023
Løgmanssteypið: Skála-B71 3-1 (0-0) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøðu við Ara Ellingsgaard hjá Skála

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum fýra málunum, ið komu í 3-1 sigrinum hjá Skála á B71 und…

21.04.2023
Løgmanssteypið: Víkingur-HB 1-2 (1-1 – 0-1) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við: Sølva Vatnhamar hjá Víkingi og Viljorm Davidsen hjá HB

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum, ið k…

21.04.2023
Jákup Mortensen og Hans Jørgen Djurhuus (Viðgera 1. Umfar og meta um 1. Umfar Løgmansteypið)

Jákup Mortensen og Hans Jørgen Djurhuus vóru gestir hjá Agnari Prestá og umrøddu í høvuðsheitinum 6. Umfar í B…

17.04.2023