Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
KÍ-liðskiparin ynskir NSÍ tillukku við føroyameistaraheitinum

Í samrøðu við Trygva Absalonsen ynskti liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen NSÍ tillukku við føroyame…

18.10.2026
Hoyr sigursmálið B68 skoraði í Klaksvík og samrøðu við ovurfegna liðskiparan

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá sigursmálinum B68 skoraði í heldur óvæntaða 1-0 sigrinum á KÍ v…

18.10.2026
Hoyr sigursmálið hjá Aroni Knudsen og samrøðu við Petur Knudsen um týdningarmikla sigurin

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe siga frá týdningarmikla sigursmálið Aron Knudsen skoraði fyri NSÍ í 83. minut…

18.10.2026
Jákup á Borg er nøgdur við hugburðin hjá B36 men saknar meira góðsku í álopsstøðunum

Aftaná 2-1 (1-0) sigurin hjá B36 á AB inni í Vika fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Jáku…

11.10.2026
Bjarki Nielsen heldur dysturin millum AB og B36 var sera rótutur

Aftaná 1-2 (0-1) tapið fyri B36 inni í Vika fekk Brynjar J. Poulsen orðið á málskjúttan hjá AB, Bjarka C. Niel…

11.10.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Nervarnir tykjast at tyngja AB

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Ronnie Thomassen siga frá málunum, ið vóru skotin í dy…

11.10.2026
Heidi Lava Elgeirsdóttir var gestur í “3. hálvleiki”

Trygvi Absalonsen hevði eisini Brynjar J. Poulsen og Rúna á Reynatrøð ígjøgnum. Prátað var eisini við umboð fy…

11.10.2026
Bjarti Vitalis Mørk: – HB var langt undir støðið í dag

Aftaná 0-3 tapið fyri KÍ á Tórsvølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á HB-málverjan, Bjarta Vitalis Mørk, ið fekk…

11.10.2026
Afturvendi Jákup B. Andreasen: – KÍ spælir ein ótrúliga góðan dyst móti HB

Aftaná 3-0 sigurin hjá KÍ á HB á Tórsvølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á Jákup Biskopstø Andreasen, ið gjørdi…

11.10.2026
Karl Martin Johansen: – Skála ÍF skapti ov lítið í dag

Aftaná 1-2 tapið fyri NSÍ undir Mýruhjalla fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Karl Martin Johansen hjá Skála ÍF. Ka…

11.10.2026
Petur Knudsen: – NSÍ burdi havt eina størri leiðslu í steðginum

Aftaná sera týðandi 2-1 sigurin hjá NSÍ á Skála ÍF undir Mýruhjalla fekk Rúni á Reynatrøð orðið á sigursmálskj…

11.10.2026
Endurhoyr málini: Soleiðis vann KÍ 3-0 á HB á Tórsvølli

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum Erland Hustad, Martin Rodrigo Gonzales og…

11.10.2026
Endurhoyr málini: Soleiðis vann NSÍ 2-1 á Skála ÍF

Upp á tríggjar gyltar minuttir vendi oddaliðið í fyrra hálvleiki 0-1 til 2-1 leiðslu. Beinir L. Nolsøe og Petu…

11.10.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – 07 Vestur var greitt betra liðið í kvøld

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Jóhannis Joensen siga frá teimum trimum málunum 07 Ves…

10.10.2026
Sigfríður S. Clementsen: – Hetta var avgjørt ikki tað vit í EB/Streymi ætlaðu

Aftaná 0-3 (0-1) tapið fyri 07 Vestur á Dungasandi fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá EB/Strey…

10.10.2026
Tór-Ingar Akselsen: – 07 Vestur vinnur fult uppiborið á EB/Streymi

Aftaná 3-0 (1-0) heimasigurin hjá 07 Vestur á EB/Streymi fekk Brynjar J. Poulsen orðið á Tór-Ingar Akselsen, h…

10.10.2026