Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
AB-liðformaðurin: – Vit hava eitt spennandi lið og huglagið er gott

Tað er meira lokalt enn áður, fólk savnast um felagið, og tað er stuttligt at millum annað síggja børnini renn…

16.03.2026
Liðskiparin hjá Skála ÍF: – Vit mistu høvdið

Hoyr liðskiparan hjá Skála ÍF, Jákup Jacobsen seta orð á vónbrotið, har Skála ÍF, hóast 11 móti 10 leikarum í …

15.03.2026
Aleksandar fegnast um 2-1 sigurin við 10 B68´arum móti 11 skálamonnum

Tað var ein fegin høvuðsvenjari Per D. Jacobsen fekk orðið á aftaná 2-1 sigurin hjá B68 á Skála ÍF á Svangaska…

15.03.2026
Jann Benjaminsen: Vit áttu at vunnið

Rúni á Reynatrøð fekk eisini orðið á Jann Benjaminsen hjá NSÍ aftaná 1-1 javnleikin móti verandi FM-vinnarunum…

15.03.2026
Filip Brattbakk: – Vit skapa ikki nóg nógvar málmøguleikar

– Vit skapa ikki nóg nógvar málmøguleikar. Tað staðfestir KÍ-áleyparin, Filip Brattbakk í samrøðu við Rúna á R…

15.03.2026
Bjarki C. Nielsen (AB), Bartal Wardum (HB) og John Andersen (Televarpið) vóru gestir í sendingini “Triði Hálvleikur”

Bjarki C. Nielsen (AB) og Bartal Wardum (HB) og John Andersen (Televarpið) vóru gestir hjá Trygva í "Triðja Há…

15.03.2026
Sigurður Ragnar Eyjólfsson: – 1-1 á einum torførum útivølli er eitt gott úrslit

Aftaná 1-1 javnleikin hjá NSÍ á útivølli móti verandi FM-vinnarunum, KÍ fekk Rúni á Reynatrøð orðið á høvuðsve…

15.03.2026
Magnus Powell er ikki nøgdur við javnleik á heimavølli

Í samrøðu við Rúna á Reynatrøð staðfestir høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magnus Powell, at hann er ikki nøgdur við jav…

15.03.2026
Jan Andreasen: – KÍ gjørdi ov nógv mistøk – NSÍ avrikaði væl

Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Jan M. Andreasen taka samanum toppdystin við Djúpumýru KÍ-NSÍ 1-1 (1-0). Jan heldur…

15.03.2026
Arnbjørn Svensson: Í tí stóra og heila spæla vit ein góðan dyst

– Í tí stóra og heila spæla vit ein góðan dyst. Tað heldur Arnbjørn Svensson hjá Víkingi. Trygvi Absalonsen fe…

13.03.2026
Jákup Martin: Vit taka til takkar við einum stigi

Í samrøðu við Trygva Absalonsen staðfesti høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup Martin Joensen, at 0-0 javnleikurin mi…

13.03.2026
Finnur Justinussen: Verjurnar hjá Víkingi og B36 stóðu seg sera væl

Hoyr viðmerkjaran hjá FM, Finnur Justinussen taka samanum dystin Víkingur-B36 0-0, ið var leiktur í Sarpugerði…

13.03.2026
Hoyr superveteranin hjá Víkingi seta orð á 0-1 tapið fyri NSÍ

Hoyr Sølva Vatnhamar í samrøðu við Per D. Jacobsen seta orð á 0-1 tapið hjá eystanbúgvum fyri NSÍ við Løkin í …

08.03.2026
Fyrsti “Triði hálvleikur” á FM1 2026 – Hoyr sendingina her

Trygvi Absalonsen og Árni Gregersen reikaðu fyri sendingini "Triði hálvleikur". Umframt samrøður við leikarar …

08.03.2026
Klæmint fegnast um sigurin í grannauppgerðini

Hoyr samrøðuna Per D. Jacobsen gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen um 1-0 sigurin á Víkingi við L…

08.03.2026
Hoyr Sigfríð S. Clementsen seta orð á 1-2 tapi hjá EB/Streymi í Gundadali

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen hevði við Sigfríð S. Clementsen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi um 1-2 tapið fy…

08.03.2026