Obbekjær stórfegnast um týðandi stigið – men iðrar seg um spælið fyrstu 70 minuttirnar
23.08.2026Aftaná sera týðandi 2-2 (0-0) javnleikin, har NSÍ var aftanfyri 0-2, men javnaði til 2-2 langt inni í yvirtíðini fekk Trygvi Absalonsen orðið á bjargingarmannin hjá NSÍ, Daniel Obbekjær sum javnaði til 2-2. Obbekjær stórfegnast um týðandi stigið, men samstundis er hann ikki leikliga nøgdur við fyrstu 70 minuttirnar, har KÍ var greitt omaná. Danski verjuskansin, ið er týðandi vápn í luftspælinum hjá NSÍ heldur, at tað má bøtast til næstu ferð.