Sigfríður S. Clementsen: – Ikki væl umhugsað við bæði steypafinalusteðgi og landsliðssteðgi
31.08.2026Aftaná 0-3 (0-1) tapið hjá EB/Streymi fyri KÍ í Klaksvík fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen. Sigfríður iðrar seg um, at hansara menn ikki tóku málmøguleikunum í dystinum. Eisini harmar tað hann, at KÍ fekk okkurt ræðuliga bíligt mál. Sigfríður hevði eitt hjartasuff um, at nú skulu átta lið í Meistaradeildini í ein steypafinalusteðg. Hann heldur, at steypafinalan eigur at vera leikt, tá Meistaradeildin er liðugt leikt. Og tá ein landsliðssteðgur upp á tríggjar vikur kemur stutt aftaná steypafinalusteðgin, so luktar tað ikki av góðari tilrættalegging hjá FSF.