Sigfríður S. Clementsen: – Tað eru tvey alt ov sterk lið sum flyta niður
31.10.2026Aftaná 0-2 tapið fyri Skála ÍF við Margáir tók Rúni á Reynatrøð samanum kappingarárið hjá EB/Streymi saman við høvuðsvenjaranum, Sigfríði S. Clementsen. Sigfríður hevur eitt havt eitt misjavnt kappingarár við EB/Streymi, har stig móti KÍ, B36, HB og Víkingi eru á plusssíðuni. Men Sigfríður harmast, at einki stig lá eftir aftaná tríggjar dystir móti 07 Vestur. Sigfríður heldur, at 07 Vestur og B68 eru tvey alt ov sterk lið at flyta niður. Hann heldur avgjørt, at 12 lið eiga at vera í bestu deildini.