Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 mikudag – 20/08/2025

Spyr um prísir í bussunum. – Útnorðurráðið 41. ársfundin í Grønlandi. – Heilsustýrið flytur. – Vístur av landi…

20.08.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 20/08/2025

Útnorðurráðið 41. ársfundin í Grønlandi. – Vístur av landinum. – Opið skip umborð á Galaxy. – Norðurlandahúsið…

20.08.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 19/08/2025

Galaxy komin á Krambatanga. – Innflutningurin. – Útflutningurin. – Nýggj lesandi. – Orkutørvur, samrøða við: H…

19.08.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 19/08/2025

Orkutørvur, samrøða við: Hákun Djurhuus. – Útflutningurin. – Nýggj lesandi. – Harðskapsmál í Havn. – Dronur ti…

19.08.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 18/08/2025

Húskini í Føroyum. – Landssjúkrahúsið fær fjarhita. – Eldur í húsum í Hornabø. – Svartlistar ikki russisk skip…

18.08.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 18/08/2025

Svartlistar ikki russisk skip, samrøða við: Jakob Vestergaard. – Eldur í húsum í Hornabø. – Fiskamarknaðurin, …

18.08.2025
Tíðindasendingin klokkan 17 – 15. august 2025

Løgtingsins umboðsmaður, hálvársúrslitið hjá Trygd, P/F Net, avlamisbilar, veðrið.

15.08.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 15/08/2025

Regatta, samrøða við: Jógvan í Skorini. – Nýggjur nevndarformaður í Net. – Trygd gott ár. – Jóhan Dahl – álop …

15.08.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 14/08/2025

Nógv til arbeiðis. – Stórur lønarvøkstur. – UEFA Conference League fótbóltur, samrøður við: Sølva Vatnhamar, R…

14.08.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 14/08/2025

Stórur lønarvøkstur. – Harðskapur í Havn. – Galaxy siglur klokkan seks av Krambatanga. – Galaxy-trætan í fasta…

14.08.2025
Tíðindi kl 17 mikudag – 13/08/2025

Dálkað vatn í Havn. – Sjórætturin formliga yvirtikin. – Glasir – skúlin byrjaður aftur. – Pauli aftur leiðari …

13.08.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 13/08/2025

Spara við pensjón. – Løggan. – Byrja skúlan í dag. – Skorðdýr í Koltri. – Stjórnin. – Ovastevnan.

13.08.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 12/08/2025

Ov leingi at bíða eftir arbeiðsloyvum. – Fleiri útlendingar í Føroyum. – Poul Hansen heilsølan. – Tingfundur h…

12.08.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 12/08/2025

Tingfundur hósdagin. – Ov leingi at bíða eftir arbediðsloyvum. – 40 ár síðan Sigurð Leifsson Lamhauge svam og …

12.08.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 11/08/2025

Skótalegan í Leirvík. – Onki úr Tjóðbankanum. – 55.000 føroyingar. – Steno miðstøðin boðin út. – hikewithpol.f…

11.08.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 11/08/2025

55.000 føroyingar. – Fiskamarknaðurin, samrøða við: Høgna Hansen. – Steno miðstøðin boðin út. – hikewithpol.fo…

11.08.2025