Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 mikudag – 09/07/2025

Russisk skip við fiskilouyvum í Føroyum. – Yvirtaka flogferðsluna. – Bankarnir tjena væl. – Nýggj byggisamtykt…

09.07.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 09/07/2025

Bankarnir tjena væl. – Yvirtaka flogferðsluna. – Víkinugur og Lincoln, samrøður við: Atla Gregersen, og Sølva …

09.07.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 08/07/2025

383 hava søkt inn á Setrið. – Russsik skip í Føroyum. – Betri Oyggjaleikir, samrøða við: Poulu Michelsen. – Ju…

08.07.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 08/07/2025

Tjaldur ársroknskapur. – Skipara og Navvigatørfelagið tapti. – Betri Oyggjaleikir, samrøða við: Poulu Michelse…

08.07.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 07/07/2025

Barnaverndarænastan nøs. – Vit eru minni bjartskygd. – Foreldramyndugleiki. – Húsareynstunnilin latið upp. – L…

07.07.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 07/07/2025

Vit eru minni bjartskygd. – Húsareynistunnilin latið upp. – Læknar knýtast at ellisheimum. – Nýggjur háskúlast…

07.07.2025
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 04/07/2025

Effo og Magn: partaeigarar fáa pening. – Súkkla í Húsareynstunlinum. – Byggivinnan minni bjartskygd. – Fyrsti …

04.07.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 04/04/2025

"64-skúlin í Fuglafirði", samrøða við: Dávur Juul. – Bakteriur í vatninum í Havnardali. – Ferðafólkaskip í Vág…

04.07.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 03/07/2025

Húsareynstunnillin letur upp. – Løgtingi vitjan úr Nato. – Endurskoða próvtøkuhættir. – Tunnilstøl. – Heilivág…

03.07.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 03/07/2025

Tunnilstøl. – Heilivágsráð. – Kirkjan á Argjum. – Djóni vitjaði. – Toppurin – renningniðan á Sornfelli….

03.07.2025
Tíðindi kl 17 mikudag – 02/07/2025

Brúkaraumboðið um tilgóðaseðil. – Undirsjóvartunnil úr Borðoynni í Kalsoynna, samrøða við: Bjørn Kalsø. – Bila…

02.07.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 02/07/2025

Undirsjóvartunnil úr Borðoynni í Kalsoynna, samrøða við: Bjørn Kalsø. – Bilasølan. – Læraraútbúgvingin. – Skul…

02.07.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 01/07/2025

Oljureinsari til Landsverk. – Skattarættingar settu met í fjør. – Sethúsaprísirnir eksplodera, samrøða við: Ká…

01.07.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 01/07/2025

Skattarættingar settu met í fjør. – Sethúsaprísirnir eksplodera, samrøða við Káru á Dunga. – Medisinskar viðta…

01.07.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 30/06/2025

Flogferðslan. – Níggju mánaðir fyri kynsligan ágang. – Maður fór fyri borð á Norrønu. – Voxbotn við Tjarnir, s…

30.06.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 30/06/2025

Maður fór fyri borð á Norrønu. – Føroyar fingu bronsu, samrøða við: Óla Mittún. – Smuglaði hash innvortis. – V…

30.06.2025