Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 12 hósdag – 19/06/2025

Innflutningurin minkar. – Starvsfólkatalið. – Varandi vinna og energi. – Útoyggjaálit. – Nýggir kommnunulæknar…

19.06.2025
Tíðindi kl. 17 mikudag – 18/06/2025

Útflutningurin nógv minkaður. – Steno Miðstøðin. – Útlátið er minkað. – Hótta við at avtaka feløg. – Jens Lisb…

18.06.2025
Tíðindi kl. 17 týsdag 17-06-2025

Ríkisfundurin í Tinganesi, samrøða við Aksel V. Johannesen. – Framtak. – Bakkafrost, samrøða við: Regin Jacobs…

17.06.2025
17-16-2025Tíðindi kl. 12 týsdag – 17-06-2025

PAZ tvær stjørnur. – Bakkafrost, samrøða við: Regin Jacobsen. – Framtak. – Sleppa at búgva í neystum á Toftum….

17.06.2025
2025-06-16 – Tíðindi kl 17 mánadag

Tíðindafundur í morgin. – Maður sparkaður í høvdið. – Tjarnir fingið altjóða góðkenning. – Ríkissfundur. – Før…

16.06.2025
2025-16-06 – Tíðindi kl 12 mánadag

Ríkisfundur. – Fiskamarknaðurin, samrøða við: Høgna Hansen. – Føroyingar á altjóða tónleikapallinum, samrøða v…

16.06.2025
2025-06-13 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Helvtin av støkum pensjonistum eru í fátækraváða. – Hervør spyr um olju á vegnum. – Purkhús prædikar á Ólavsøk…

13.06.2025
2025-06-13 – Tíðindi kl 12 fríggjadag

Ójavnin veksur. – Fimm útlendingar sendir heim. – Seðlarnir út á middegi. – Grafia og Estra. – Mest dokkin. – …

13.06.2025
2025-06-12 – Tíðindi kl 17 hósdag

Vága kommuna – skattaprosentið, samrøða við: Bjarna Prior. – Filmstuðul. – Frágreiðing frá Havbúnaðarfelagnum….

12.06.2025
2025-06-12 – Tíðindi kl 12 hósdag

Formansskapur í Norðurlandaráðnum, samrøða við Jóhan Dahl. – Frágreiðing frá Havbúnaðarfelagnum. – Jarðfeingis…

12.06.2025
2025-11-06 – Tíðdindi kl 12 mikudag

Ríkjafelagsskapin, samrøða við: Bárð Nielsen. – Oljudálking í Eysturoynni. – Kongur vitjaði í Koltri. – Kongsv…

11.06.2025
2025-06-10 – Tíðindi kl 17 týsdag

Ríkisrættarliga støðan, samrøða við: Aksel Johannesen. – Kongur lendur. – Arbeiðsóhapp í Klaksvík. – Fólkatali…

10.06.2025
2025-06-10 – Tíðindi kl 12 týsdag

Fundur í Tinganesi. – Arbeiðsóhapp í Klaksvík. – Fólkatalið. – Meira regn og heitari í Havn. – Kanna fruktbari…

10.06.2025
2025-06-06 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Ríkisfundur í Føroyum. – Fyrispurningur frá Helga. – Suðuroyarkommunur fund við Súsonnu. – Løggan. – Mentunnar…

06.06.2025
2025-06-06 – Tíðindi kl 12 fríggjadag

Suðuroyarkommunur fund við Súsonnu. – Løggan. – Betri banki lækkar rentuna. – Mentunnarnáttin, samrøða við: Si…

06.06.2025
2025-06-05 – Tíðindi kl 17 hósdag

ECB lækkar rentuna. – Glyvra skúli skal umbyggjast. – 100.000 kongaligar krónur til Sjónleikarhúsið. – Løggan….

05.06.2025