Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2025-06-05 Tíðindi kl 12 hósdag

Føroyar spæla móti Georgia, samrøða við: Eyðun Klakstein. – 100.000 kongaligar krónur til Sjónleikarhúsið. – L…

05.06.2025
2025-06-04 – Tíðindi kl 17 mikudag

Fráfaringaraldurin vekk. – Pætur gevst sum tekniskur stjóri. – Runavíkar havn. – Lítil vøkstur. – Parkering í …

04.06.2025
2025-06-04 – Tíðindi kl 12 mikudag

Parkering í Havn. – Runavíkar havn. – Kvinnurnar mistu á stokkinum. – Jazz-festivalur í Havn. – Lítil vøkstur….

04.06.2025
2025-06-03 – Tíðindi kl 17 týsdag

Íbúðir í Runavík. – Met í Eysturoyartunlinum. – Arbeisgevarar skulu skaffa revsiváttan, samrøða við: Báru Gunn…

03.06.2025
2025-05-03 – Tíðindi kl 12 týsdag

Arbeisgevarar skulu skaffa revsiváttan, samrøða við: Báru Gunnarsdóttir. – Met í Eysturoyartunlinum. – Reiðara…

03.06.2025
2025-06-02 – Tíðindi kl 17 mánadag

VEKS Barnaverndartænastan. – Altjóða súkkludagur. – Foreldramyndugleiki. – Summarskeið á Setrinum. – Tórshavn …

02.06.2025
2025-06-02 – Tíðindi kl 12 mánadag

Kunngerð um foreldramyndugleika. – Fiskamarknaðurin, samrøða við: Høgna Hansen. – Tórshavn Marathon, samrøða v…

02.06.2025
2025-05-30 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Aksel Johannesen, Formaður í Javnaðarflokkinum. – Bjargingartyrla. – Íslendingar takka Reyðakrossi Føroya. – D…

30.05.2025
2025-05-30 Tíðindi kl 12 fríggjadag

Bjargingartyrla. – Norðoyastevna, samrøða við: Dávur Winther. – Íslendingar takka Reyðakrossi Føroya og landss…

30.05.2025
2025-05-28 – Tíðindi kl 17 mikudag

Veljarakanning, samrøða við: Beinir Johannesen. – Bjargingartyrla. – Falskt pass. – Ferðsluljós. – Súkklukappi…

28.05.2025
2025-05-28 – Tíðindi kl 12 mikudag

Manglar ein bjargingartyrla? – Útlendskur ferðamaður afturhildin á Norrønu. – Vinnuútstykking. – Nes kommuna g…

28.05.2025
2025-05-27 – Tíðindi kl 17 týsdag

Pensjónskanning. – Seks tóku sveinaroyndina. – Reglur um stutttíðarleigu. – Vónin. – Hvanngarðurin, samrøða vi…

27.05.2025
2025-05-27 – Tíðindi kl 12 týsdag

Reglur um stutttíðarleigu. – Vónin. – Røktarheim á Stórubrekku. – Hvanngarðurin, samrøða við: Per Martin Grege…

27.05.2025
2025-05-26 – Tíðindi kl 17 mánadag

Løgmaður á fundi í Finlandi, samrøða við: Aksel V. Johannesen. – Megd innsavning. – Kappróður. – Manslandsliði…

26.05.2025
2025-05-26 – Tíðindi kl 12 mánadag

Løgmaður á fundi í Finlandi. – Fiskamarknaðurin, Samrøða við: Høgna Hansen. – Teldusníkar. – Manslandsliðið út…

26.05.2025
2025-05-23 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Hoyydalar og Frælsið. – Bjørt á úttnorðurvitjan. – Havnarvegur. – Lis Samuelsen vikarur í Suðurstreym. – LISA …

23.05.2025