Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 hósdag – 18/09/2025

Gott at alt verður lagt undir ein myndugleika. – 51 fleiri starvsfólk. – Fiskamarknaðurin, samrøða við: Høgna …

18.09.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 18/09/2025

Tvíheldur um at portrið ikki var opið. – VB noktar at brúka Galaxy. – Ruth Thomsen leggur frá sær sum forkvinn…

18.09.2025
Tíðindi kl 17 mikudag – 17/09/2025

Norðurlandaráðið, samrøða við: Jóhan Dahl. – Galaxy avlýsir. – Johannis spyr um kommunulæknar. – Løggan….

17.09.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 17/09/2025

Uppskot um fosturtøku aftur í tingið. – Dalstunnilin seinkaður. – Løggan. – Jóhannis spyr um kommunulæknar. – …

17.09.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 16/09/2025

Søkja eftir fregnartænastufólki. – Reyðætisloyvir. – Ongin Norrøna til suðringar á hesum sinni. – Lokal matvei…

16.09.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 16/09/2025

Lønir seinastu 12 mánaðirnar. – Ikki bygiloyvi enn. – Spyr um kostnaðin fyri Galaxy. – Lokal matveitan. – Brey…

16.09.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 15/09/2025

Brekumboð. – Springarar og grind. – Battaríhøll. – Reyðikrossur. – Cruiseskip á Vág. – Sjúklingahotellið, samr…

15.09.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 15/09/2025

Sjúklingahotellið. – Stór grind. – Fiskamarknaður Føroya, samrøða við: Høgna Hansen. – Løstir. – Beinagrindin …

15.09.2025
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 12/09/2025

Messan í Herning. – Herluf gevst sum samráðingarleiðari. – Bjóða ikki út. – Ferðaútreiðslur. – Eiga ov nógvar …

12.09.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 12/09/2025

Bjóða ikki út. – Ferðaútreiðslur. – Eiga ov nógvar tímar til góðar. – Brúgvin um Streymin umvælast. – Vindmyll…

12.09.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 11/09/2025

Tekur ov langa tíð at fáa arbeiðsloyvi, samrøða við: Niels Winther. – KvF við umbering. – Kongur á vitjan, sam…

11.09.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 11/09/2025

Tekur ov langa tíð at fáa arbeiðsloyvi. – Fólkatalið í Føroyum. – Íbúðir í Runavík. – Karlot formaður í mentun…

11.09.2025
Tíðindi kl 17 mikudag – 10/09/2025

Avgerð um WTO limaskap, samrøða við: Aksel V. Johannesen. – Grein 6 nevndin, samrøða við: Sirið Stenberg. – Sa…

10.09.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 10/09/2025

Spennandi dagur hjá Føroyum, samrøða við: Inga Samuelsen. – Hanna Vang heldur fram sum Løgtingsins umboðskvinn…

10.09.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 09/09/2025

Karlot spyr Jóhan. – Fólkanøvn í Føroyum. – Løgreglan givin at leita. – Skeiv útgáva av skaldsøga. – Løgreglan…

09.09.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 09/09/2025

Løgreglan givin at leita. – Skeiv útgáva av skaldsøga. – Løgreglan klippir nummarplátur. – Luxembourg – Føroya…

09.09.2025