Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2025-01-28 – Tíðindi kl 12 týsdag

Verjuavtala, samrøða: Høgni Hoydal. – Orkan á Fossum. – Helgi vil hava ordiligt svar. – Dýraru ómaksgjøld. – L…

28.01.2025
2025-01-27- Tíðindi kl 17 mánadag

Umhvørvisstovan tekur sakar­mál móti Vik­mar aftur. – Arbeiðsloysið 0,9 prosent. – Treytað fongsulsrevsing fyr…

27.01.2025
2025-01-27 – Tíðindi kl 12 mánadag

Arbeiðsloysið 0,9 prosent. – Fiskamarknaðurin, samrøða: Høgni Hansen. – Løggan. – Geytin. – Vinnuvarpið: Seta …

27.01.2025
2025-01-24 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Ríkisrættarliga støða Føroya, samrøður: Aksel V. Johannesen, Siri Stenberg og Beinir Johannesen.

24.01.2025
2025-01-24 – Tíðindi kl 12 fríggjadag

Sambandsflokkurin ríkisrættarliga støða Føroya, samrøða: Jóannes Ejdesgaard. – Atlantsflog flýgur meir. – Koyr…

24.01.2025
2025-01-30: Tíðindi kl 17 hósdag

Samrøða við Bjarna K. Petersen, landsstýrismann um trygdarráðstevnu. Høllin við Tjarnir stendur klár í februar…

23.01.2025
2025-01-23 – Tíðindi kl 12 hósdag

Løgmaður kallar inn til fund. – Skúlar í vetrarfrí. – Ástaðarfundur á Tvøroyri. – Ein bilførari hevði skund. -…

23.01.2025
2025-01-22 – Tíðindi kl 17

Mangla dómarar. – Grøn orka. – Ríkisrættarligastøðan.

22.01.2025
2025-01-22 – Tíðindi kl 12 mikudag

Ríkisrættarligastøðan, samrøða: Aksel V. Johannesen. – Stórt avlop hjá Føroya Banka. – Hendrik Egholm stjóri h…

22.01.2025
2025-01-21 – Tíðindi kl 17 týsdag

Ríkisrættarliga støðan og hvat hendir nú, samrøða: Helgi Abrahamsen. – Ferðafólkatalið um Suðuroyarfjørð. – Ar…

21.01.2025
2025-01-21 – Tíðindi kl 12 týsdag

Articon á danskar hendur. – Laksur tikin. – 1000 fleiri almen starvsfólk. – Hvítvask í rættinum. -Tiknir fyri …

21.01.2025
2025-01-20 – Tíðindir kl 17 mánadag

Verkætlan til barnakrabba. – Tíðarætlan kann av­gera um vind­myllur geva mein­ing samrøða: Jóhan í Niðristovu …

20.01.2025
2025-01-20 – Tíðindi kl 12 mánadag

Grundstykkjaprísir. – Lækni inn at sita. – Samrøða: Høgni Hansen, Fiskamarknaðurin. – Slakar 6000 harur skotna…

20.01.2025
2025-01-17 – Tíðindi kl 17 fríggjadag

Prostatakanningar í Klaksvík. – Ferðslulógarbroytingar til hoyringar. – Donald Trump, tikin í eið. Samrøða: Jó…

17.01.2025
2025-01-17 – Tíðindi kl 12 fríggjadag

Mánadagin verður nývaldi amerikanski forsetin, Fonald Trump, tikin í eið, samrøða: Jóannes Eidesgaard. – Illve…

17.01.2025
2025-01-16 – Tíðindi kl 17 hósdag

Ráðstevnu hósdagin 23. januar, Løgmálaráðið og Fróðskaparsetri Føroya skipa fyri, samrøða: Bjarni Kárason Pete…

16.01.2025