Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
2025-01-16 – Tíðindi kl 17 hósdag

Ráðstevnu hósdagin 23. januar, Løgmálaráðið og Fróðskaparsetri Føroya skipa fyri, samrøða: Bjarni Kárason Pete…

16.01.2025
2025-01-16 – Tíðindi kl 12 hósdag

Stuðulin frá ALS hækkar. – Posta søkir eftir stjóra. – Botnfrádrátturin. – Korini hjá sálarsjúkum. – Setrið ný…

16.01.2025
2025-01-15 – Tíðindi kl 17 mikudag

Jan Højgaard um niðurskur. – Mæla frá at lata onnur enn SEV selja streym. – Innflutningurin minkaður 1,5 milli…

15.01.2025
2025-01-15 – Tíðindi kl 12 mikudag

Innflutningurin minkaður 1,5 milliard. – Suni stjóri á Magn. – Datt úr stiga. – Misti koyrikortið. – Kartell í…

15.01.2025
2025-01-14 – Tíðindi kl 17 týsdag

Hilda Viderø er kend fyri sítt hjálpararbeiði í Afrika gjøgnum felagsskapin Mirjam, samrøða við Hildu. – Havsb…

14.01.2025
2025-01-14 – Tíðindi kl 12 týsdag

Løntakarar. – Færri útlendingar. – Broytingar í revsilógini. – Løggan. – HM í hondbólti byrjar, samrøða: Hallu…

14.01.2025
2025-01-13 – Tíðindi kl 17 mánadag

Orkuskiftið. – Fiskidagar. – Løngjaldingar. – 50 áarlop. – Løggan.

13.01.2025
2025-01-13 – Tíðindi kl 12 mánadag

Fiskidagar. – Løngjaldingar. – 50 áarlop. – Løggan. – Donsk skip landa í Føroyum.

13.01.2025
2025-01-10: Tíðindasendingin klokkan 17

Samrøða við Aksel V. Johannesen, løgmann um ríkisfundin í Keypmannahavn. Samrøða við Tórbjørn Jacobsen, endurv…

10.01.2025
2025-01-10: Tíðindasendingin klokkan 12

Føroyskur limaskapur í WTO. Samrøða við Tórbjørn Jacobsen, endurvaldan formann í Føroya kommunufelag. VAR verð…

10.01.2025
2025-01-09 – Tíðindi kl 17 hósdag

Burðartøl. – Villíkahaldsvenjing. – Filmstuðul. – Bakkafrost longt við FSF. – Vil hava at vita um MR-skannarin…

09.01.2025
2025-01-09 – Tíðindi kl 12 hósdag

Amerikanski forsetin vil keypa Grønland, samrøða: Bárður á Steig Nielsen. – Vil hava at vita um MR-skannarin. …

09.01.2025
2025-01-08 – Tíðindi kl 12 mikudag

Fyrispurningurin settur løgmann. Samrøða: Jørgen Niclasen í studio. – Kirkjan á Argjum. – Arbeiðsloysið er fra…

08.01.2025
2025-01-07 – Tíðindi kl 17 týsdag

Illneitast á skerjingar fyri heimaflotan. – Nýggjar íbúðarmøguleikar. – Samgonguskjal fyri næstu fýra árini. -…

07.01.2025
2025-01-07 – Tíðindi kl 12 týsdag

Trump, junior, í Nuuk. – Samrøða: Høgni Hoydal, um Grønland. – Bussur útav í Vágum. – Útlendingur handtikin. -…

07.01.2025
2025-01-06 – Tíðindi kl 17 mánadag

Miðalskatturin. – Mugu bíða tvey ár eftir olju­tanga. – Tíðindafundur um ætlan fyri Tórshavn. – Prestur og akt…

06.01.2025