Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindir á FM1 kl 17 mánadag

– Eg umhugsi støðuna, men havi ikki tikið endaliga avgerð enn. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn….

19.08.2024
Tíðindasendingin á FM1 klokkan 17 – fríggjadagin 26. juli

Í tíðindasendingini hoyrdu vit veðurfrøðingin, Andrias Klein Gregoriussen greiða frá ólavsøkuveðrinum….

26.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 fríggjadag

Ruth og Suðuroyartunnil Kommunulæknaskipanin Løggan Sverri Nielsen Tórsfest, samrøða: Rúni Djurhuus  Víkingur …

26.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Samrøða: Víkingur – Brandur Jacobsen Nýggjur LV-stjóri Samrøða: HB – Ransin N. Djurhuus

25.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 hósdag

Føroyanevndin í Fólkatinginum verður í løtuni bombarderað við einsljóðandi teldupostum um grindadráp í Føroyum…

25.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 mikudag

Eftir at bíleggingarskipanin nú er sett í verk á Mykinesleiðini, Kalsoyarleiðini og Suðuroyarleiðini, standa h…

24.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 mikudag

Kongaminnið Mitt í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Oyndafjørði. Samrøða: Heðin Mortensen um ólavsøkuna….

24.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 týsdag

Bústaðarbygging í Leirvík Samrøða: Sigmund Signarson um Brian Sandberg, í Lívdini 2.august <— Keyp atgong…

23.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 týsdag

Hiddenfjord er á grønari kós og framleiðir nú orku við sólpanelum og nýgggj panel eru júst sett til.Samrøða: A…

23.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 mánadag

Streymframleiðslan. Tað vóru nógvir bilførarar, sum spurdu løgregluna… Friðargonga í Havn Henrik Weihe Jiens…

22.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 mánadag

Amerikanski forsetin, Joe Bidedn, boðaði í gjár frá, at hann tekur seg aftur. Blástu í alkometur Watson handti…

22.07.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Fríggjadagin 19. juli 2024

Í tíðindasendingini var ein samrøða við Torben Nielsen, KT serkønan.

19.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 fríggjadag
19.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 17 hósdag

Famjinstunnilin skotin ígjøgnum í dag Tveir nýggir kommunulæknar Hasfjord høggast upp Jákup Sverri hevur verið…

18.07.2024
Tíðindir á FM1 kl 12 hósdag

18. juli verður seinasta skotið latið av í Fámjinstunlinum.Samrøða: Jóannes Lisberg Jákup Sverri hevur verið á…

18.07.2024
Tíðindasendingin klokkan 17 – Mikudagin 17. juli 2024

Í tíðindasendingini prátaði Árni Gregersen við stjóran í G, Sigvør Laksá.

17.07.2024