Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindini klokkan 17
03.11.2023
Tíðindini klokkan 17
02.11.2023
Tíðindini klokkan 12
20.10.2023
Tíðindini klokkan 17

641 akførur missa nummarpláturnar, Løgtingið hevur í dag avgjørt, at einkarrætturin hjá Rúsdrekkasølu Landsins…

19.10.2023
Tíðindini klokkan 12

Verkfallið hjá sjúkrarøktarafrøðingunum er hert enn meira, døgnrapportin hjá løgregluni og so hevur Jann Benja…

19.10.2023
Tíðindini klokkan 17

Kirvi arbeiðir við at fáa nýggja vatnleiðing, umframt at trý nýggj sløg væntandi koma í næsta ár, Sandoyartunn…

18.10.2023
Tíðindini klokkan 12

Døgnrapportin, humaniter hjálp til Miðeystur og so viðgjørdu gestirnir í "Stjórnini – politikkur á skák" drugr…

12.10.2023
Tíðindini klokkan 12

Drukkin Lille-viðhaldsmaður, brot úr sendingini "Stjórnin-politikkur á skák" og vit hoyra samrøðu við HB-venja…

05.10.2023
Tíðindini klokkan 17

Fuglakrím, fíggjarlógin og seinastu tíðindini frá Steinari Patursson:

29.09.2023
Tíðindini klokkan 12

Seinasta døgnrapportin frá Føroya Politi, oljufýringar kunnu nú ikki setast upp í nýggj hús, Steffan Klein Pou…

25.09.2023
Tíðindini klokkan 12

Skúlin á Trøðni hevur fingið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, franski forsetin sigur, at sosialir miðla…

05.07.2023
Tíðindini klokkan 12

Hvalaveiðan í Íslandi fyribils útsett, og hóast Odmar Færø er fegin um at hava skorað sítt næsta mál fyri A-la…

21.06.2023
Tíðindasending klokkan 12 – 19. juni 2023

Hoyr tíðindasendingina Sigurjón Einarsson hevði á FM1 klokkan 12.

19.06.2023
Tíðindasendingin klokkan 17 – 14. juni 2023

Gestur hjá Steinar Patursson var Steffan K. Poulsen, tingmaður Miðfloksins til eina samrøðu um uppskotið at st…

14.06.2023
Tíðindasendingin klokkan 17 fríggjadagin 29. apríl

Hoyr tíðindasendingina, ið Árni Gregersen las klokkan 17. [audio mp3="https://www.fm1.fo/wp-content/uploads/20…

28.04.2023
Tíðindir á FM1 kl 12

Samrøða við Marjun Niclasen frá Rúnavíkar Kommunu í samband við mentanarvikuna. Fiskivinnuavtalan forðar fyri …

25.04.2023