

Tór-Ingar Akselsen: – 07 Vestur var slettis ikki til staðar í fyrra hálvleiki
05.07.2026Aftaná 1-4 (0-3) tapið fyri HB á Dungasandi fekk Pætur Nolsøe orðið á høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen. Tór-Ingar harmast fyrra hálvleik, har 07 Vestur var aftanfyri 0-3 í steðginum. Hann staðfestir, at 07 Vestur var slettis ikki til staðar í fyrra hálvleiki. Hann er tó fegin um eitt munandi betri avrik í seinna hálvleiki. 07 Vestur er aftast, og tí verður tað gróthart arbeiði at megna at yvirliva í deildini. Sigur Tór-Ingar.














