Tór-Ingar kann liva við javnleiki aftaná torføran dyst á Skála
30.08.2026Aftaná 1-1 javnleikin hjá 07 Vestur móti Skála ÍF undir Mýruhjalla fekk Rúni á Reynatrøð orðið á høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen. Tór-Ingar staðfestir ein torføran dyst, har Skála ÍF hevði fleiri málmøguleikar enn útiliðið. Tí kann hann liva við javnleikinum. Men hann harmast tendensin, har 07 Vestur leggur seg á odda fyri síðani at sleppa takið á dystinum. Tað var aftur galdandi í dag.