U21-landsliðsvenjarin staðfestir uppibornan íslendskan sigur – er tó errin av stigametinum
06.10.2026Aftaná 0-2 (0-2) tapinum fyri Íslandi á Tórsvølli fekk Brynjar J. Poulsen U21-landsliðsvenjarin, Ólav Mikkelsen at taka samanum dystin og undankappingina. Ólavur staðfestir, at Ísland var betra liðið og vann uppiborið. Serliga í fyrra hálvleiki var føroyska liðið í ringum skørum, og var aftanfyri 0-2 tíðliga í dystinum. Men tað fekst betri skil á í verjupartinum í seinna hálvleiki, og tað er Ólavur fegin um. Ólavur er errin av teimum 12 stigunum, ið er stigamet, men leikararnir høvdu sjálvandi ynskt, at úrtøkan var enn betri.