Tú lurtar eftir
Viðmerkjarin hjá FM1: – 11 móti 11 kann NSÍ avrika væl í Slovenia
23.07.2026Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá báðum málunum NSÍ fekk ímóti sær í 0-2 tapinum fyri FC Koper í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League. Trygvi heldur, at reyða kortið Emil Weihe Joensen fekk undan steðginum oyðilegði nógv fyri NSÍ, og 0-2 tapið ger tað eisini torført at knógva ein samlaðan sigur. Men sleppa NSÍ-arnir at vera 11 móti 11, so kunnu teir avrika væl í Slovenia.
{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}