Virkandi formaðurin hjá Skála ÍF: – Framtíðin er bjørt á Skála
31.10.2026Aftaná 2-0 sigurin hjá Skála ÍF á EB/Streymi við Margáir, ið sparkaði Skála ÍF upp á sætta plássið gjørdi Rúni á Reynatrøð eisini samrøðu við virkandi formannin hjá Skála ÍF, Jakob Lind Jakobsen, ið fegnast um, at framtíðin er bjørt á Skála. Jakob heldur, at leikararnir hjá Skála ÍF hava víst ein ótrúligan stríðsvilja. Hann heldur eisini tað er flott, at liðið ikki var meira merkt av missinum av t.d. Simon Jørgensen.