17 ára gamli Luke Littler heimsmeistari í dart

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

17 ára gamli sera evnaríki eingilsmaðurin Luke “The Nuke” Littler gjørdist í kvøld heimsmeistari í dart framman fyri 3.200 væl hýrdum áskoðarum í Alexandra Palace í London.

Í finaluni vann Luke Littler greitt móti trífalda heimsmeistaranum Michael van Gerwen úr Niðurlondum. Úrslitið gjørdist 7-3, og harvið er Luke Littler yngsti heimsmeistari í dart nakrantíð.

Luke Littler spældi væl og dugdi betri at enda hvørt spæl, tí tað lá væl fyri at raka teir avgerandi doublarnar. Hinvegin hevði Michael van Gerwen trupult at raka doublarnar, tá ið hann hevði møguleika at vinna spølini. Luke Littler vann fýra tey fyrstu settini, áðrenn Michael van Gerwen spakuliga kom fyri seg


Luke Littler kom sum eitt stjørnuskot inn í dartheimin fyri einum árið síðan. Hann førdi tá 4-2 í finaluni móti Luke Humphries, sum kortini vendi dystinum, vann tey seinastu fimm settini og harvið gjørdist heimsmeistari. í ár eydnaðist so Luke Littler at gerast heimsmeistari fyri fyrstu ferð, og serfrøðingar eru samdir um, at tað neyvan er seinastu ferð.