Carlsen verður modell fyri kovboybuksur eftir kovboybuksugøluna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heimsin besti telvari, norðmaðurin Magnus Carlsen, var í dag aftur við talvborið, tá ið HM í snartalvi byrjaði í USA.

Hann telvaði í kovboybuksum, sum annars gjørdi, at hann fyrradagin tók seg úr HM í kviktalvi, tá ið hann fekk aðru ávaringina fyri at møta í kovbuksum, sum ikki var loyvt.

Magnus Carlsen broytti tó skjótt meining eftir ein fund við altjóða talvsamgonguna FIDE, og nú sleppur hann at telva í kovboybuksum.

Gølan fekk skjótt navnið jeansgate, og klædnamerkið G-Star var skjótt at gera eina avtalu við Magnus Carlsen, at brúka hann, sum andlit fyri teirra kovboybuksur.

Í skrivandi løtu er Magnus Carlsen á veg í finaluna í HM í snartalvi. Hann hevur sjey stig fyri níggju stigum. Tað skulu trettan talv telvast, og átta teir fremstu skulu í morgin spæla útslagsdystir, frá fjórðingsfinalu til finalu.