Torkil Veyhe landsliðsvenjari hjá Súkkling og Triathlon

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur gjørt avtalu við Torkil Veyhe um at gerast landsliðsvenjari hjá landsliðunum í súkkling og triathlon. Avtalan er galdandi fram til árslok 2027.

Torkil Veyhe hevur roynt seg sum yrkisítróttafólk í súkkling og hevur drúgvar royndir sum venjari hjá altjóða súkklarum. Hann fer nú at leiða føroysku landsliðini í teirri truplu avbjóðingini at kappast á altjóða stigi. Stóru avbjóðingarnar í hesum tíðarskeiði eru Oyggjaleikirnir í Orknoyggjum næsta summar og Oyggjaleikirnir í Føroyum í 2027.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon vónar, at fjølbroyttu royndirnar og førleikarnir hjá Torkili Veyhe fara at hjálpa okkara frermstu súkklarum og triathloníðkarum at mennast enn meiri og fara at gera sannlíkindini fyri føroyskum heiðursmerkjum komandi árini so góð, sum tilber.