Ægir fyrsta føroyska metið í langhylinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Um vikuskiftið verður svomið um FM á stuttgeil í nýggja langhylinum í svimjihøllini í Havn. Longu í fyrstu FM-finaluni fríggjadagin varð fyrsta føroyska metið sett .

Í 4 ferðir 50 metra blandaðari svimjing vann Ægir við tíðini 1:42,22, og tað er nýtt føroyskt met. Tey fýra, sum svumu, vóru Lea Osberg Højsted firvaldasvimjing, Jonna Joensen ryggsvimjing, Heini Mohr Askham bringusvimjing og Líggjas Joensen frísvimjing.

Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg eisini til nýtt met í 50 metra bringusviming. Hon svam teinin við tíðini 32,64 sekund. Gamla metið frá 2016 átti Ásbjørg Hjelm somuleiðis úr Ægir. Lea Osberg Højsted eigur nú øll trý føroysku metini í bringusvimjing hjá kvinnum, 50 metrar, 100 metrar, og 200 metrar.

Í 100 metra frísvimjing tangeraði Bartal Erlingsson Ejdesgaard úr Havnar Svimjifelag føroyska metið hjá Pál Joensen frá 2009 við tíðini 50,04 sekund. Í somu kapping setti Isak Brisenfeldt nýtt junormet við tíðini 50,46 sekund

Mynd: Svimjisamband Føroya – Rókur í Jákupsstovu