Annað finalukvøldið í FM á stuttgeil varð svomið í nýggja langhylinum í svimjihøllini í Havn leygarkvøldið. Tað eydnaðist sera væl, og vóru fimm nýggj føroysk met sett, umframt tvey føroysk juniormet.
Eisini svam Líggjas Joensen úr Ægir enn eina tíð undir kravtíðina til HM. Hann svam 400 metra frísvimjing við tíðini 3:48,74. HM-kravtíðin er 3:50,29.
Sambært heimasíðuni hjá svimjisambandinum vóru hesi met sett í leygarkvøldið.
- Isak D. Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra firvaldssvimjing við tíðini 53,67.
Magnus Jákupsson átti metini á 54,66 frá Thisted í 2011 - Lea O. Højsted úr Ægir nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjin við tíðini 1:10,57.
Lea átti sjálv metini á 1:11,47 frá Atlantic Open í mars 2023 - Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing við tíðini 1:02,02
Bartal átti sjálvur metið á 1:02,19 frá NM í Tartu í desember 2023 - Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt í metra í 50 frísvimjing , sum fyrsti í 4×50 metra frísvimjing við tíðini 22,83
Rókur Trygvason átti metið á 22,94 frá Ægir-stevnu í februar 2020 - Havnar Svimjifelag menn nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísviming við tíðini 1:34,25
Teir sum svumu fyri HS nú, vóru Bartal Eidesgaard 22,83, Jóni J. Strøm 23,76, Áki Eliassen 24,39 og Isak Brisenfeldt 23,27
SuSvim átti metið á 1:34.96 frá FM í 2014
Øll úrslitini í finalunum leygardagin síggjast her
Sunnumorgun verður byrjað klokkan 9.30 við JM umframt innleiðandi riðlum til FM. Finalurnar í FM verða svomnar klokkan 16.00. Allar kappingarnar verða stroymdar á Youtube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya
Rókur í Jákupsstovu formaður í svimjisambandinum hevur tikið myndirnar
Isak D. Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag
Lea O. Højsted úr Ægir
Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag
Líggjas Joensen úr Ægir