Landsliðið í badminton er um vikuskiftið við í smálandakappingini, Small States of Europe, á Kypros. Tað skrivar Badmintonsambandið á síni síðu á Facebook. Kappingin byrjaði kl. 8.00 í morgun.
Í gjárkvøldið var lutakast, hvussu spælast skal. Føroyar komu í bólk 1 saman við Íslandi og Liktenstein. Hini londini í kappingini eru Kypros, Gibraltar, Grønland, Oyggin Man, Malta og Monako,
Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong hevur tíggju leikarar við á Kypros:
Kvinnur:
Sanna Thorkildshøj (HBF)
Mia Thorkildshøj (HBF)
Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF)
Lena Maria Joensen (KBF)
Miriam í Grótinum (HBF/KBK í DK).
Menn:
Jónas Djurhuus (HBF/KBK)
Rúni Øster (HBF/KBK)
Árant á Mýrini (MBF/ABC Aalborg)
Magnus Dal Christiansen (HBF/Drive Frederiksberg)
Christian Berg Petersen (HBF).
Badmintonlandslið var eisini við í smálandakappingin á Malta í fjør. Framyvir verður kappingin annaðhvørt ár, so at Føroyar framyvir spæla á Oyggjaleikum í ólíka árum og í smálandakappingini í líka árum.
Mynd: Badmintonsamband Føroya