Um vikuskiftið hevur landsliðið í Badminton verið á Kypros og spælt í smálandskappingin, Small States of Europe.
Sambært síðuni hjá Badmintonsambandinum á Facebook, vunnu Føroyar í dag avgerandi dystin í plaseringsbólkinum um 4. til 6. plássið 3-2 móti Malta.
Einki var avgjørt fyrr enn Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen vunnu seinasta dystin í tvímansleiki.
Føroyar og Malta høvdu bæði vunnið 5-0 móti Gibraltar í fyrsta dystinum í plaseringsbólkinum.
Í innleiðandi bólki A vunnu fyri 5-0 móti Liktinstein í fyrsta dystinum fríggjadagin.
Leygardagin var so seinni dystur í bólki A, og tá taptu Føroyar 4-1 fyri Íslandi. Miriam í Grótinum vann sín dyst í einmansleiki.
Ísland vann kappingina, Grønland var næst og vertirnir Kypros gjørdust nummar trý. Níggju lond vóru við í kappingini. Hini vóru Oyggin Man, Monako, Liktinstein, Gibraltar og Malta.
Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong hevði hesar tíggju leikaar við á Kypros:
Kvinnur:
Sanna Thorkildshøj (HBF)
Mia Thorkildshøj (HBF)
Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF)
Lena Maria Joensen (KBF)
Miriam í Grótinum (HBF/KBK í DK).
Menn:
Jónas Djurhuus (HBF/KBK)
Rúni Øster (HBF/KBK)
Árant á Mýrini (MBF/ABC Aalborg)
Magnus Dal Christiansen (HBF/Drive Frederiksberg)
Christian Berg Petersen (HBF).
Framyvir verður kappingin annaðhvørt ár, so at Føroyar framyvir spæla á Oyggjaleikum í ólíka árum og í smálandakappingini í líka árum.
Mynd: Badmintonsamband Føroya