Tú lurtar eftir

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

18.09.2024

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku. Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni. “Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin. “Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.” Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?” Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politikkur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Beinir vinnur uppá at halda lágan profil

Men Beinir Johannesen hevur ikki ført valstríð sum formaður áður og manglar fleiri svar, tá hann verður spurdu…

22.12.2025
– Næstan hug at halda at veljarakanningarnar ikki kundu blíva betri

Hetta er ein sterk ábending um, at fólk ynskja broyting, heldur formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen…

22.12.2025
Veljarakanningin ræðir ikki Sjálvstýri

Sambært nýggjastu veljarakanningini kemur Sjálvstýri ikki inn um tinggáttina, formaðurin Sámal Petur í Grund h…

22.12.2025
Løgmaður miðar framvegis eftir breiðari semju um Suðuroyartunnilin

Eins og í fjør undan jólum, var løgmaður í dag gestur hjá Árna Gregersen seinnapartin. Prátað varð um brátt fa…

19.12.2025
Mugu seta hol á at stytta arbeiðsvikuna

Ingilín D. Strøm fer at gera sítt og brúka sítt politiska mandat fyri at hetta verður framt, sigur hon í samrø…

18.12.2025
– Skynsom og skilagóð avtala um makrelin

Í felagnum Nótaskip eru tey nøgd við makrelavtaluna, sum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg hava gjørt. Hoyr s…

16.12.2025
Ruth Vang: Eru á rættari kós

Vit kundu høgt bremsurnar harðligari í, men hetta er á einari leið, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, um fíg…

15.12.2025
Tað snýr seg um eina heimild at fyrireika og bjóða út – ikki endaliga at fara í gongd

Aksel V. Johannesen legði í gjár uppskot um Suðuroyartunnil fram fyri løgtingið. Hoyr samrøðu við løgmann…

12.12.2025
Meira rímiligt at allir húsaeigarar eru við til at gjalda

Mett verður at millum 400 og 800 hús, har eingin hevur bústað, eru í Tórshavnar kommunu. Nú skal tænastugjald …

11.12.2025
Bjarni Prior: Nú má skil koma á farleiðina gjøgnum Miðvág og Sandavág

Hetta er ikki snakk longur. Hetta er eitt krav, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, sum ikki góðtekur verandi …

10.12.2025
Eidesgaard: – Hetta er avtalað spæl

Súsanna Bertholdsen fær ikki atgongd til tingfólk uttan at eitt annað tingfólk fer út í landsstýrið. Hetta er …

02.12.2025
Løgmaður: – Tað er rótut

Tað er rótut, men í hesum førinum er tað ikki Javnaðarflokkurin ella eg, sum hava tikið eina avgerð. Súsanna B…

02.12.2025
– Eg vil gera mítt til at fosturtøkumálið verður samtykt

Hevði ikki klárað at staðið uttanfyri og latið staðið til um nú uppskotið fall, sigur Súsanna Bertholdsen, sum…

02.12.2025
Suðuroyartunnilin kann detta niðurfyri um ikki verður farið í gongd nú

Meira tað verður blást upp, sær út til at mótstøðan veksur. Tí má handlast nú, heldur Jóanis Lisberg, borgarst…

24.11.2025
Landsstýrismaðurin: Umval fyri at beina allan iva burtur

Bara tey sum høvdu atkvøðurætt seinast kunnu atkvøða hesuferð og bara tey sum stillaðu upp seinast, kunnu stil…

21.11.2025
Pensjónirnar fylgja ikki við lønarvøkstrinum

Áhugafelag pensjónista, vitjaði í rásarúminum. Tosað var um pensjónir og støðuna hjá pensjónistum sum heild. G…

20.11.2025