Tú lurtar eftir

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

18.09.2024

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku. Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni. “Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin. “Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.” Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?” Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politikkur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
2024-11-05 – Javnaðarflokkurin í Tórshavn

Valevnir: Sára Gullfoss, Eyðbjørg Hansen, Milia Egilsnes Anda, Kristianna Winther Poulsen og Harald Joensen

05.11.2024
2024-11-05 – Sambands sending

Vertur: Eyðdis Hartman Niclasen. – Gestir: Pól Flosi Johansen og Ingvør Skaalum

05.11.2024
2024-11-04 – Sambandsflokkurin kommunuval ’24

Vertur: Helgi Abrahamsen – Valevnir: Annfinn Brekkstein og Maud Karbech Mouritsen

04.11.2024
Samrøða við løgmann um politisku støðuna
25.07.2024
Norðurlandaráðið fyrstu tingsetu í Føroyum í morgin

Í dag og í morgin hevur Norðurlandaráðið sína árligu evnisráðstevnu í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at hon ve…

08.04.2024
Bárður: Føroyar eru eitt ordiligt land

– Eg mundi sett døgurðabitan skeivt í hálsin, tá mann hoyrir formannin í Tjóðveldi siga, at Føroyar ikki eru e…

08.04.2024
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard leggur frá sær sum forkvinna í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi

Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við verandi forkvinnuna í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, Sigrid Jensdóttir …

05.04.2024
Samrøða við Óla Jacobsen um seinnu bókina um Kristian Djurhuus (1895-1984)

Óli Jacobsen, søgufróður høvundur hevur givið út aðru bók sína um Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmann, land…

14.11.2023
Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Verjupolitikkur má raðfestast í Føroyum

Kjakið um trygdarpolitikk er kyknað av álvara. Tað er ikki so løgið. Seinnu árini hava vit kunna fylgt gongdin…

25.09.2023
Ljóðbrot: – Galdandi fosturtøkulóg er um at fara um pensiónsaldur

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fer nú undir arbeiðið at dagføra føroysku fosturtøkuló…

16.06.2023