Væntaði boksing dysturin, millum legenduna Mike Tyson og YouTube’aranum Jake Paul, ið í dag er vorðin boksari, verður fríggjadag kl. 20:00.
Mike Tyson, ið er 58 ár, megnaði á yrkisleið leið sínari at vinna heili 50 dystir og bert tapa seks. 27 ára gamli Jake Paul, hevur bert boksað 10 yrkisdystir við einari rekord á 9-1. Mike Tyson, varð í sínar tíð nevndur “The Baddest Man on the Planet” og tað verður sera spennandi at síggja, um aldur bert er eitt tal, tá talan er um boksing. Áhugabólkar, podcast og aðrir pallir, meta mest sum allir, at aldursmunurin gevur Jake Paul ein stóran fyrimun. Mike, hevur sjálvur melda út, at onki ivamál er um hvør vinnur dystin, hóast aldursmunin.
Báðir partarnir eru nú í hált við seinastu venjingarnar upp til dystin, ið upprunaliga skuldi vera hin 20. juli í ár. Dysturin varð fluttir, tí Tyson fekk heilsuligar trupulleikar.
Um eina viku, verður stóra brakið, ið verður at síggja á Netflix.