Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Jasper Van der Heyden: Vit eru glaðir fyri at fáa eitt stig í Sarpugerði

Aftaná 0-0 javnleikin í Sarpugerði millum Víking og 07 Vestur fekk Per D. Jacobsen orðið á ein sera væl nøgdan…

04.05.2026
Eli Simonsen: – B36 dugdi betur at taka av møguleikunum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá báðum málunum, ið B36 skoraði í 2…

04.05.2026
Petur Knudsen: – Betra liðið tapti í Gundadali í kvøld

NSÍ átti at havt skotið minst seks mál í kvøld. Tað helt Petur Knudsen fyri aftaná 0-2 tapið fyri B36 á ovara …

04.05.2026
Silas Eyðsteinsson: – Kenslan er ólukksáliga góð

Silas Eyðsteinsson hevði eitt framúr gott avrik í B36-málinum, tá B36 vann 2-0 á NSÍ í toppuppgerðini á ovara …

04.05.2026
Ari: – HB hevði tað sera torført móti AB í dag

Aftaná 1-1 javnleikin millum HB og AB á ovara vølli í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á Ara Mohr Jónsso…

03.05.2026
Øssur: – AB hevði uppiborið trý stig í dag

Undan dystinum millum HB og AB á ovara vølli í Gundadali hevði høvuðsvenjarin hjá AB, Øssur Hansen verið nøgdu…

03.05.2026
Sigfríður: – Javnleikur 1-1 var eitt rættvíst úrslit

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður S. Clementsen helt í samrøðu við reportaran hjá FM1, Brynjar J. Pouls…

03.05.2026
Hanus Højgaard: – 1-1 móti EB/Streymi er eitt góðkent úrslit

Aftaná 1-1 javnleikin móti EB/Streymi á Svangaskarði fekk Brynjar J. Poulsen orðið á Hanus Højgaard hjá B68, i…

03.05.2026
Markus Hellisdal (Skála ÍF), Bjarki Nielsen (AB) og Jóan Pauli Jacobsen vóru gestir í “3. hálvleiki”

Frásøgumaðurin, Brynjar Jacobsen var eisini á gátt, og samrøður vóru at hoyra við Christian F. Andreasen, FSF …

03.05.2026
Klæmint: Vit høvdu gott tamarhald á dystinum

Aftaná 4-0 sigurin á 07 Vestur á Dungasandi í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fekk Brynjar J. Poulsen orð…

30.04.2026
Schjønberg iðrar seg um fyrra hálvleik

Aftaná 0-4 tapið fyri NSÍ á Dungasandi í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fekk Brynjar J. Poulsen orðið á …

30.04.2026
Jóhan á Mýrini: – NSÍ dugdi væl at taka av møguleikunum

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá málunum í fjórðingsfinaluni 07…

30.04.2026
Hanus: – B68 undirpresteraði

Hanus Højgaard var als ikki nøgdur við avrikið hjá B68 í 0-3 steypafjórðingsfinalutapinum fyri KÍ á Svangaskar…

29.04.2026
Eli Simonsen: – HB var omaná meginpartin av dystinum

Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Eli Simonsen taka samanum steypafjórðingsfinaluna HB-B36 3-1 (2-0). Eli heldur, at …

29.04.2026
Gilli: – Góðkent at KÍ vann seg víðari til hálvfinaluna

Aftaná 3-0 fjórðingsfinalusigurin á B68 á Svangaskarði fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Gilla R. Sørensen. Gilli …

29.04.2026
Jákup Martin: – Talan er um stórt vónbrot

Tað var ein vónbrotin høvuðsvenjari hjá B36, Jákup Martin Joensen sum Trygvi Absalonsen fekk orðið á aftaná 1-…

29.04.2026