Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Torkil Skála fegnast um debutina sum málverji hjá AB í Meistaradeildini

Aftaná 2-3 (2-1) tapið hjá AB fyri Víkingi inni í Vika fekk Rúni á Reynatrøð orðið á unga málverjan hjá AB, To…

18.05.2026
Hoyr málini og dystarendan í minniliga 4-3 sigrinum hjá EB/Streymi á HB

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá teimum sjey málunum, og brotsspa…

18.05.2026
Ári Mohr Jónsson: – Vit spæla ein vánaligan fyrra hálvleik og tað kostar

Hoyr samrøðuna Brynjar J. Poulsen gjørdi við Ára Mohr Jónsson aftaná 3-4 (0-3) tapið fyri EB/Streymi í Gundada…

18.05.2026
Búi Egilsson: – Tað stóð nógv á í seinna hálvleiki – fantastiskt at fáa sigurin heim

Aftaná minniliga 4-3 sigurin hjá EB/Streymi á HB í Gundadali, har EB/Streymur førdi 3-0 í steðginum fekk Brynj…

18.05.2026
Heini Vatnsdal: – Vit hanga betri saman sum lið í ár

Ein uppstartur uttan skaðar, eitt sterkt lið og stór svongd. Hesi trý eru høvuðsorsøkirnar til góðu byrjanina …

18.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Alarmklokkurnar ringja hjá 07 Vestur

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá málunum í dystinum 07 Vestur-NS…

17.05.2026
Brandur aftaná stórsigurin hjá NSÍ: – Tað er í heyst avgerðin fellur

Brandur H. Olsen kundi í samrøðu við Trygva Absalonsen fegnast um 6-1 stórsigurin hjá NSÍ á 07 Vestur, oddases…

17.05.2026
Schjønberg: – NSÍ revsar okkara mistøk

Aftaná 1-6 stórtapið fyri NSÍ á Dungasandi fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Michae…

17.05.2026
Heini Vatnsdal, Bill McLeod Jacobsen, Geza David Turi, Páll A. Klettskarð og Hanus Højgaard vóru gestir í “3. hálvleiki”

Heini Vatnsdal hjá B36, Bill McLeod Jacobsen í nýggjum starvi hjá Sogndal, Geza David Turi hjá Grimsby Town, P…

17.05.2026
Silas: – B36 fekk trý kærkomin stig í einum torførum útidysti

Aftaná tepra 2-1 sigurin hjá B36 á Skála ÍF undir Mýruhjalla fekk Agnar Prestá orðið á dagsins leikara, málver…

17.05.2026
Skála ÍF avrikar væl – men teir eru ikki nóg avgjørdir frammanfyri málinum

Aftaná 1-2 ósigrinum á heimavølli móti B36 undir Mýruhjalla fekk Agnar Prestá orðið á liðskiparan hjá Skála ÍF…

17.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – HB hevur eina lítla favorittstøðu at røkka steypafinaluni

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum, og serligu b…

14.05.2026
Sølvi Vatnhamar: – Tað var rætt at døma umspark í samband við brotssparkið

Aftaná 1-2 hálvfinalutapið fyri HB á útivølli í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið fekk Rúni á …

14.05.2026
André Olsen: – Týdningarmikið hjá HB at koma á mentalu slóðina aftur

Aftaná 2-1 heimasigurin á Víkingi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið fekk Rúni á Reynatrøð or…

14.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Hasi bæði málini vera góð hjá KÍ til seinnu hálvfinaluna

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Niclas Niclasen siga frá teimum seks málunum, ið vóru s…

13.05.2026
Daniel Obbekjær: – Uppiborin KÍ-sigur – okkara mistøk kostaðu

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við verjuleikaran hjá NSÍ, Daniel Obbekjær aftaná 2-4 tapið í fyrru há…

13.05.2026