Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Páll A. Klettskarð: – KÍ spælir ein góðan dyst – serliga framrættað

Aftaná 4-2 sigur á NSÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmansteypið við Djúpumýru fekk Trygvi Absalonsen…

13.05.2026
Emil: – Eru betri brynjaðir at kappast um steypini í ár

Miðvallarin hjá NSÍ fegnast um, at liðið er á odda í Meistaradeildini eftir fyrsta triðing, hóast "tað ikki al…

11.05.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Tað eydnaðist Skála ÍF at órógva uppspælið hjá AB

Hoyr frásøgumannin, Per D. Jacobsen og viðmerkjaran, Terja Leitisstein Hansen siga frá brotssparksstøðuni og s…

10.05.2026
Øssur Hansen: – Fingu ikki lagt tað ætlaða trýstið

Aftaná 0-1 tapið fyri Skála ÍF undir Mýruhjalla fekk Per D. Jacobsen orðið á høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hans…

10.05.2026
Sigursmálskjúttin fegnast um at Skála ÍF er ósigrað í fimm dystum

Aftaná 1-0 sigurin hjá Skála ÍF á AB undir Mýruhjalla fekk Per D. Jacobsen orðið á sigursmálskjúttan hjá Skála…

10.05.2026
Emil W. Joensen, Jákup á Borg, Hanus Højgaard og Hans Pauli á Bø vóru gestir í “3. hálvleiki”

Pætur Nolsøe var vertur í sendingini "3. hálvleikur". Hann prátaði við Emil W. Joensen, NSÍ, Jákup á Borg, B36…

10.05.2026
Sølvi Vatnhamar: – Søgan endurtók seg í dag

Í samrøðu við Trygva Absalonsen aftaná 1-1 javnleikin hjá Víkingi á útivølli móti EB/Streymi við Margáir iðrað…

10.05.2026
Útvísti EB/Streymsvenjarin: – Eg mótmælti bara einum brotssparki sum ikki var dømt

Í samrøðu við Trygva Absalonsen heldur Sigfríður S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, ið fekk reyða ko…

10.05.2026
Agnar Prestá: – B36-ararnir kunnu vera væl nøgdir við fyrsta triðingin av kappingini

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinu…

09.05.2026
Jóannes K. Danielsen: – Tá ein ikki skorar upp á møguleikarnar ber illa til at vinna

Aftaná 1-1 javnleikin millum B36 og KÍ í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á Jóannes Kalsø Danielsen hjá …

09.05.2026
Jákup Martin iðrar seg um at leiðslan ikki helt

Aftaná 1-1 javnleikin millum B36 og KÍ í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Jáku…

09.05.2026
André Olsen: – Neyvleikin hjá HB manglaði

Aftaná 1-2 tapið fyri NSÍ við Løkin fekk Per D. Jacobsen orðið á høvuðsvenjaran hjá HB, André Olsen. André sta…

08.05.2026
Petur Knudsen: – NSÍ spælir ein fínan dyst í kvøld

Aftaná 2-1 heimasigurin á HB við Løkin fekk Per D. Jacobsen orðið á ein fegnan Petur Knudsen, liðskipara hjá N…

08.05.2026
Trygvi Mortensen: – Slakasta HB-liðið sum hevur vitjað Runavík seinnu árini

Hoyr frásøgumannin, Per D. Jacobsen og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá málunum, ið vóru skotin í dysti…

08.05.2026
The Secret Footballer: Fótbóltsspælarar burdu hildið seg frá sosialu miðlunum

Dave Kitson greiðir frá, hví hann byrjaði at skriva klummur um fótbóltsheimin, um trýstið sum kom á hann og fa…

07.05.2026
Arnbjørn Svensson: – Víkingur stríðist við at skjóta mál

Tað var ein rættiliga vónbrotin Arnbjørn Svensson hjá Víkingi Per D. Jacobsen gjørdi samrøðu við aftaná javnle…

04.05.2026