Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Viðmerkjarin hjá FM1: – KÍ vann ein sera týdningarmiklan sigur har EB/Streymur ikki tók av

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Kristoffur Jakobsen siga frá málunum, ið vóru skotin í…

31.08.2026
Tór-Ingar kann liva við javnleiki aftaná torføran dyst á Skála

Aftaná 1-1 javnleikin hjá 07 Vestur móti Skála ÍF undir Mýruhjalla fekk Rúni á Reynatrøð orðið á høvuðsvenjara…

30.08.2026
Jákup Jacobsen: – Hetta var ein dystur Skála ÍF burdi vunnið

Skála ÍF helt frástøðuna til 07 Vestur og B68 á stigatalvuni, men hjálparvenjarin, Jákup Jacobsen er ikki heil…

30.08.2026
Tórður Thomsen iðrar seg um, at 1-0 leiðslan hjá B68 ikki helt

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat misti B68 1-0 leiðsluna móti B36 á ovara vølli í Gundadali. Í samrøðu við T…

30.08.2026
Jákup á Borg: – Javnleikur á heimavølli móti B68 er eitt stórt vónbrot

Í telefonsamrøðu við Trygva Absalonsen staðfestir høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg tað sum eitt stórt vónb…

30.08.2026
Øssur Hansen: – Persónligu mistøkini hjá AB kostaðu dýrt

Aftaná 1-3 (1-0) tapið hjá AB fyri NSÍ við Løkin í Runavík fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá A…

30.08.2026
Petur Knudsen hevur ikki hug at viðmerkja seinna gula kortið

Aftaná 3-1 (0-1) sigurin hjá NSÍ á AB við Løkin fekk Trygvi Absalonsen orðið á liðskiparan hjá NSÍ, Petur Knud…

30.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – NSÍ var betra liðið yvir 90 minuttir

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá málunum, ið vóru skotin í dys…

30.08.2026
Hoyr málini frá 5-3 sigrinum hjá B71 á B36 – og hoyr Eli Hentze taka samanum

Hoyr frásøgumannin, Trygvi Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Hentze siga frá teimum átta málunum, ið vóru skotin…

29.08.2026
Hoyr Pætur Nolsøe, Búa F. Clementsen, Aron Clementsen, Suna Herman Petersen, og Nichlas Hjertstedt seta orð á uppflytingina

Hoyr frásøgumannin og fótbóltsviðmerkjaran, Pætur Nolsøe, formannin í B71, Búa F. Clementsen, leikararnir, Aro…

29.08.2026
Heini Fossdalsá Sørensen: – HB burdi vunnið ein enn størri sigur á Víkingi

Aftaná 3-1 (0-0) sigurin hjá HB á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fekk Brynjar J. Poulsen orðið á tvímálsskj…

28.08.2026
Aron Benjaminsen: – Eg fari til Skotlands mánadagin

Aftaná 1-3 (0-0) tapið hjá Víkingi fyri HB í Sarpugerði staðfesti supertalentið hjá Víkingi, Aron Benjaminsen,…

28.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Treisknið hjá HB loysti seg

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Finnur Justinussen siga frá teimum fýra málunum, ið vó…

28.08.2026
KÍ misti møguleikan móti endanum – merktir spælarar og kann ávirka nógv framyvir

KÍ stríddi seg væl aftur í dystin í Riga, eftir at heimaliðið hevði lagt seg á odda, men gagnnýtti síðani ikki…

28.08.2026
Powell: Hetta er ein all-inn dystur

Riga FC hevur nakrar profilar við aftur, men vit síggja avgjørt møguleikarnar. Halda vit nullið nóg leingi, øk…

27.08.2026
Hanus Højgaard: – B68 avrikaði ikki væl men tapti upp á eitt heldur ivasamt brotsspark

Aftaná 0-1 (0-0) tapið á heimavølli fyri Skála ÍF fekk Brynjar J. Poulsen orðið á liðskiparan hjá B68, Hanus H…

23.08.2026