Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
René: – Spentur upp á uppgávuna

René Shaki Joensen sigur, at spælararnir eru spentir upp á uppgávuna móti Kekka, og at innsatsurin hjá landsli…

16.06.2023
Stefan: – Altíð gott at vera við landsliðnum

Eina viku áðrenn kappingarárið byrjaði í Írlandi, gjørdi Stefan Radosavljevic sáttmála við Sligo Rovers. Byrja…

14.06.2023
Eli: – Eingir skaðar í hópinum

Landsliðið hevði sína fyrstu venjing í gjár, og í dag var onnur venjing á skránni hjá landsliðnum. Nakrir spæl…

14.06.2023
07/Vestur – KÍ: Mál og samrøður

07-Vestur-Kí – 0-1 mál – Sjálvmál (14min)07-Vestur-Kí – 0-2 mál – Árni Fredriksberg (40min).mp307-Vestur-Kí – …

21.05.2023
Formennirnir í HB og KÍ ætla sær báðir trý stig í dag

Hoyr undansamrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við formennirnar hjá HB og KÍ, Ransin N. Djurhuus og Tummas Lervig…

14.05.2023
Løgmanssteypið: AB-FC Suðuroy 1-0 (0-0) – Hoyr sigursmálið AB skoraði í yvirtíðini, og hoyr samrøður við: Trónd á Høvdanum hjá AB og Pætur Augustinussen hjá FC Suðuroy

Sensasjónin hekk í luftini til AB fekk eitt brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Hoyr frásøgumannin,…

22.04.2023
Løgmanssteypið: Skála-B71 3-1 (0-0) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøðu við Ara Ellingsgaard hjá Skála

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum fýra málunum, ið komu í 3-1 sigrinum hjá Skála á B71 und…

21.04.2023
Løgmanssteypið: Víkingur-HB 1-2 (1-1 – 0-1) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við: Sølva Vatnhamar hjá Víkingi og Viljorm Davidsen hjá HB

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum, ið k…

21.04.2023
Jákup Mortensen og Hans Jørgen Djurhuus (Viðgera 1. Umfar og meta um 1. Umfar Løgmansteypið)

Jákup Mortensen og Hans Jørgen Djurhuus vóru gestir hjá Agnari Prestá og umrøddu í høvuðsheitinum 6. Umfar í B…

17.04.2023