Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Samrøða við Jákup Martin eftir 0-0 javnleikin

Jákup Martin Joensen setur orð á 0-0 javnleikin móti Derry í Europa Conference League í samrøðu við Trygva Abs…

13.07.2023
Samrøða við Viljorm eftir 0-0 javnleikin

Viljormur setur orð á 0-0 javnleikin móti Derry í Europa Conference League í samrøðu við Trygva Absalonsen….

13.07.2023
Arnbjørn hevur góðar vónir

Víkingur leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Inter Club d’Escaldes seinnapartin, sum byrjar …

13.07.2023
Dan: – Vit blaka ov nógvar bóltar vekk

Tað var ein partvíst nøgdur B36-venjari, ið tosaði við Trygva Absalonsen eftir dystin. B36 skapti nakrar málmø…

13.07.2023
Samrøða KÍ – Ferencvaros (0-0), Børge

Rúni á Reynatrøð tosaði við Børga Petersen (KÍ)

11.07.2023
Samrøða, KÍ – Ferencvaros (0-0), Rene

Rúni á Reynatrøð tosaði við Rene Shake Joensen (KÍ)

11.07.2023
Gunnar vónar at fáa hjálp frá Skansanum í kvøld

Gunnar Vatnhamar sigur, at liðið er komið víðari frá Kekkia-dystinum. Håkan Ericson hevur boðað frá, at vit ku…

20.06.2023
Odmar: – Vit skulu rætta upp á nøkur ting

Odmar Færø tekur stutt saman um dystin móti Kekkia. Men hann sær fram til dystin móti Albania í kvøld, nú hópu…

20.06.2023
Viljormur: – Eg venji eins nógv sum áður

At Viljormur Davidsen nú spælir við HB í heimligu kappingini merkir ikki, at hann nú venur minni. Hann hevur s…

16.06.2023
Håkan: – Vit arbeiða nógv við sálarliga partin

Tá Håkan Ericson gjørdist føroyskur landsliðsvenjari, gjørdi hann greitt beinavegin, at hann fór at hava nógv …

16.06.2023
René: – Spentur upp á uppgávuna

René Shaki Joensen sigur, at spælararnir eru spentir upp á uppgávuna móti Kekka, og at innsatsurin hjá landsli…

16.06.2023
Stefan: – Altíð gott at vera við landsliðnum

Eina viku áðrenn kappingarárið byrjaði í Írlandi, gjørdi Stefan Radosavljevic sáttmála við Sligo Rovers. Byrja…

14.06.2023
Eli: – Eingir skaðar í hópinum

Landsliðið hevði sína fyrstu venjing í gjár, og í dag var onnur venjing á skránni hjá landsliðnum. Nakrir spæl…

14.06.2023
07/Vestur – KÍ: Mál og samrøður

07-Vestur-Kí – 0-1 mál – Sjálvmál (14min)07-Vestur-Kí – 0-2 mál – Árni Fredriksberg (40min).mp307-Vestur-Kí – …

21.05.2023
Formennirnir í HB og KÍ ætla sær báðir trý stig í dag

Hoyr undansamrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við formennirnar hjá HB og KÍ, Ransin N. Djurhuus og Tummas Lervig…

14.05.2023
Løgmanssteypið: AB-FC Suðuroy 1-0 (0-0) – Hoyr sigursmálið AB skoraði í yvirtíðini, og hoyr samrøður við: Trónd á Høvdanum hjá AB og Pætur Augustinussen hjá FC Suðuroy

Sensasjónin hekk í luftini til AB fekk eitt brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Hoyr frásøgumannin,…

22.04.2023